Prædika: Derhard Jógvansson
Mangan miseydnast ymiskt hjá okkum menniskjum. Tað, vit ætlaðu, gjørdist ikki, sum vit vónaðu og tað, vit settu okkum fyri, vísti seg at gerast nakað heilt annað. Í slíkum støðum hava vit fyri at spyrja okkum sjálv: “Hví fyrireikaði eg meg ikki?” ella “Hví gjørdi eg ikki tað neyðuga?” Vit spyrja okkum sjálvan, hví vit ikki gjørdu tær neyðugu fyrireikingar, soleiðis at tað ætlaða kundi gerast, sum vit sóu fram til. Hvussu nógv kenna ikki tað at koma aftur frá innkeypi og síggja, at onkur vøra ikki varð keypt, sum ætlanin var, tá ið farið var frá húsum. “Hví gjørdi eg ikki ein lista?” Ella hvussu lítið fæst burturúr arbeiðinum ein mánamorgun vegna manglandi svøvn. “Hví fór eg ikki fyrr í song?” Ella tá ið læknin sigur, at eg havi fingið ein lívshættisligan sjúkdóm. “Hví livdi eg ikki sunnari?”
Um eg ongantíð fyrireiki meg til tað, sum skal møta mær í lívinum, man eg óivað fara at miseydnast í tí eg vóni skal gerast úrslitið. Og soleiðis liva vit mangan sum menniskju. Kanska kunnu vit kalla tað reaktiónerur levnaður mótvegis visjónerur levnaður. At okkara lív mangan eru gerningar, ið eru svar til tað ófyrireikaða, sum møtir okkum. Hetta førir við sær strongd, stúran og eydnuloysi. Um vit hinvegin týðiliga sóu fyri okkum, hvussu lívið best sá út fyri framman, og vit so gjørdu tað neyðuga sambært tí visjón, mundi úrslitið verið rímiliga nær, um ikki júst tað, vit ynsktu.
Um eg ongantíð fyrireiki meg til tað, sum skal møta mær í lívinum, man eg óivað fara at miseydnast í tí eg vóni skal gerast úrslitið.
Jesu søga um tær tíggju moyggjarnar er ein søga júst um hetta, sum vit øll uppliva í gerandisdegnum. (Her kanst tú lesa meira um tær tíggju moyggjarnar.) Fimm teirra vóru vísar og fyrireikaðu seg til tað, sum kundi møta teimum, meðan hinar fimm vóru tápuligar og komu í neyð vegna manglandi fyrireiking. Lærusetningurin í Jesu orðum kann setast upp sum ein líkning soljóðandi: Visjón+Aktión=Satisfaktión. At síggja framtíðina og gera tað neyðuga gevur eina uppfylling av tí, sum eg vóni.
Visjón+Aktión=Satisfaktión.
Hetta lívið er ein fyrireiking til komandi. So hvør er tín visjón? Hvíld, trivnaður, gleði, friður… himmal? Hvat skalt tú gera fyri at uppfylla hetta? Jú, tú mást elska Gud og menniskju! Men tað megnar tú ikki. Tað megnar ongin okkara! Tess vegna kom Jesus í heimin. Hann hevur eina visjón um eitt samfelag ímillum seg og teg. Hann hevur gjørt tað neyðuga, soleiðis at hetta er ein veruligur møguleiki. Sostatt kanst tú við honum fáa tína visjón uppfylta. Himmalin er vunnin við Jesusi, men lívið skal enn livast.
Sálomon kongur skrivaði: Har eingin er hyggja, dugir sjálvt ágrýtni ikki, og tann, sum bráðføttur er, misstígur seg (Orðtøk Sálomons 19,2). Um eg ikki taki vísar avgerðir um framtíðina, nyttar einki í royndartíðini at arbeiða hart, tí eri eg ófyrireikaður, er einki at gera. Tí kunnu vit við kanadiska prestinum Carey Nieuwhof spyrja: “Hvat kann eg gera í dag fyri at trívast í morgin?”
Ímynda tær eitt lív uttan skuld. Eitt eydnuríkt hjúnalag. Ein heilsusterkan aldurdóm. Himmalin er vunnin við Jesusi, men hvussu skal eg liva í dag, so eg kann trívast í morgin?
Hvat kann eg gera í dag fyri at trívast í morgin?