Væleydna útferð

Deil

Sunnudagin 3. juni vóru vit útferð. Sunnudagsskúlin fór longu kl. 9.30 av Argjum til Gøtu, har vit fóru í kirkju og sunnudagsskúla. Sunnudagsskúlin í Gøtu var tann fyrsti at hava sunnudagsskúla, meðan gudstænasta er.
Eftir gudstænastuna lág leiðin út til Runavíkar, har vit hugnaðu okkum í og við Skótahúsið við Løkin. Grillin bleiv tendrað beinanvegin, so at svongu likamliga føðin eisini kundi fáast. Tey, sum høvdu verið í kirkju á Argjum og vildu vera saman við restini í húsinum, komu eisini til skótahúsið, áðrenn matgerðin byrjaði.
Matskráin var burgarar, pylsur, neytahárógva og høsnarungabringur. Afturvið fingu vit salat og rómabakaði epli. Ikki kann sigast annað enn, at tað smakkaði sera væl.
Veðrið var av tí fagrasta. Nógv nýttu høvið til at ganga ein túr runt um Toftavatn, meðan onnur hugdu eftir NSÍ-AB. Har gekk eisini væl…..fyrra hálvleik… Ein postarenning var á skránni og annars sótu vit og hugnaði okkum við einum drekkamunni og nógvari sól.
Nakrar myndir frá degnum kunnu síggjast við at trýsta á her!
Vit takka fyri ein sera hugnaligan og góðan dag!

Onnur tíðindi