Aftur í ár verður skipað fyri útigudstænasta 2. hvítusunnudag 21. mai kl.11.00 á ovara vølli í Gundadali.
Hetta er siðvenja, sum hevur verið seinastu árini. Tað eru kirkjuráðini í suðurstreymoy saman við sóknarprestunum, sum skipa fyri gudstænastuni.
Eftir gudstænastuna verður ein drekkamunnur at fáa í Badmintonhøllini.
Øll eru vælkomin