Útferð til Skótahúsið við Løkin

Deil

Sunnudagin 3. juni kl. 9.30 fer sunnudagsskúlin í KOMA útferð. Vit koyra í egnum bilum, men fara øll í sunndagsskúli í Gøtu kirkju kl.11.00.

Eftir tað fara vit til skótahúsið við Løkin, har vit fáa okkurt gott at eta.
Umstøðurnar rundan um húsini geva nógvar møguleikar til spæl, gongutúrar, hugna osv.
Av tí, at vit keypa mat, er neyðugt við tilmelding.  

Vinarliga sigi frá hjá:
Jógvan 291232, Rannvá 520052 ella Katrin 227048 

Øll, børn sum vaksin, eru hjartaliga vælkomin við! Eisini, um tit fyrst fara til gudstænastuá Argjum og koma til døgurða. 

Um tú manglar fart, vinarliga tosa við okkum! 😊 

Onnur tíðindi