Útferð til Skótahúsið við Løkin 9. juni

Deil

Sunnudagin 9. juni var útferðin til Skótahúsið við Løkin. Dagurin byrjaði við familjugudstænastu, har Bergur D. Joensen var prestur. Gentukórið Døggdropar og klovnurin Bubu luttóku eisini. Eftir gudstænastuna var farið til Skótahúsið við Løkin, har døgurðin bíðaði. Borðreitt varð við stoktum marineraðum búffum, stoktum marineraðum høsnarungabringum, rómabakaðum eplum, salat, pylsum, og burgarum við tilhoyri. Tað smakkaði, sum vera man, sera væl og mett og væl sett bleiv gjørt klárt til eina postarenning.
Har vóru ymiskir postar at royna seg, so at øll sluppu at royna seg. Minustrúkari, leggja klæðini í eitt rað, vurderað vekt og longd á ymsum tingum, byggja lego, lata seg í stuttlig klæði, stápla bikar og ganga við bindi fyri eyguni gav alt mangar avbjóðingar, sum skuldu loysast í felag.
Drekkamuður var klárur, tá postarenningin var liðug, og eftir tað var ein spurnarkapping, har somu bólkar sum í postarenningini royndu seg.
Ein sera hugnaligur dagur, sum vit kunnu vera takksom fyri. Myndir av degnum kunnu síggjast við at trýsta á her!

Onnur tíðindi