TÚ ERT EIN UMSITARI!

Deil

Síggj prædikuna her!

Hoyr prædikuna her!

Ímynda tær tvær smágentur, sum spæla saman. Spælið gongur væl, men sigur onnur gentan brádliga: “Eg eigi dukkuna!” Hin gentan stendur við dukkuni í hondunum, og vil ikki lata hana frá sær, tí hon heldur tað vera so stuttligt at spæla við hana. Hóast gentan, ið eigur dukkuna, sum so ikki veruliga vil hava dukkuna, vil hon samstundis ikki hava, at hin skal halda tað, at hon kann hava hana í heilum og kanska halda, at hon nú eigur dukkuna. “Eg eigi dukkuna!” Mangan kann klandur standast burturúr hesum og líknandi støðum, tá ið børn spæla saman. Hvør eigur nú teir lutir, sum tey spæla við?

Men munnu vaksin vera øðrvísi? Munnu flestu okkara ikki hava tætt tilknýti til ymiskar lutir, vit hava um hendi. Og harvið hava torført við at lata onnur brúka teir lutir, vit eiga, eina løtu. Spyr teg sjálva/n: “Hvussu havi eg tað við at læna einum øðrum bilin í nakrar dagar? Hvussu havi eg tað við at læna einum øðrum mín yndis jakka? Hvussu havi eg tað við at lata onkran annan búgva í mínum húsum í nakrar vikur, meðan eg eri burturstaddur?” Jú, vit ansa væl eftir tí, vit kalla okkara. Men spurningurin er, um vit veruliga kunnu kalla nakað okkara.

Kanst tú veruliga nevna nakað tín ogn?

Á Jesu døgum vóru Jødar hertiknir av Rómverjum. Landið, teir búðu í, var ikki teirra, men Rómverjar ráddu í tí. Hetta merktu Jødar á ymiskan hátt, millum annað við at Rómverjar kravdu skatt. Eitt var at Rómverjar høvdu hertikið hetta landið, sum Jødarnir sóu sum teirra ogn. Men at teir so eisini kravdu inn skatt, sum var umleið 25 til 40 prosent av inntøkuni, gjørdi teir í øðini. Hetta var eitt gudrøkið fólk og gingu tey høgt uppí at halda seg til tað, tey høvdu lært í øldir av forfedrum sínum. Nú skuldu tey stuðla einum keisara í Róm við teirra egnu inntøku. Stórur partur av skattinum skuldi nú fara til at stuðla øllum tí, sum tey vóru ímóti. Einum heri, sum við valdi hevði hertikið tey. Valdsharrum, sum bara hugsaðu um seg og sín búk. Og so eisini avgudadyrkanini í Róm. Ikki undarligt, at Jødar vóru í øðini.

Ein dagin sendu Fariseararnir lærusveinar sínar saman við Heródesarmonnum til Jesus. Fariseararnir hataðu Rómverjar og alt tað, sum teir stóðu fyri, meðan Heródesarmenn stuðlaðu Rómverjum. Hesir vildu nú saman fáa sett Jesus fastan við spurningum sínum: “Eiga vit at gjalda keisaranum skatt ella ikki?” Svaraði Jesus “Ja”, var hann fíggindi Jøda. Svaraði hann “nei”, var hann fíggindi Rómverja. So spurningurin var góður. Men Jesus var og er betri: Jesus bað teir geva sær ein skattapening og fekk hann ein denar: “Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?” Við øðrum orðum spurdi Jesus, hvør átti denarin. Teir svaraðu, at tað var keisarans. Í veruleikanum var tað keisarin, sum átti denarin og ikki nakar annar, sum hevði ognað sær hann fyri sítt arbeiði. Tí tað var keisarin, sum veitti Jødum tær tænastur, tey høvdu. Tað var keisarin, sum ansaði eftir tryggleikanum í Ísrael. Tað var keisarin, sum gav teimum størv, soleiðis at tey kundu fáa løn og harvið kundu breyðføða familjum sínum. Alt hetta kundu Jødar, tí at keisarin loyvdi tí. Jødin átti hvørki tíðina, orkuna ella ognina, men fekk loyvi at umsita alt hetta.

Um ikki øll, so munnu í øllum førum nógv okkara dansa av gleði, tá ið vit hoyra lyfti um skattalætta. Vit síggja fyri okkum møguleikarnar, tá ið vit hava fleiri pengar um hendi. Tí tað er so argiligt at skattur skal fara av tí, sum vit hava ognað okkum við okkara sveitta, tíð og orku. Hvussu mangan hoyrir tú ein einstakan siga: “Eg hevði so fegin vilja goldið meira í skatti!”? Men hvussu hevði nú verið, um eingin rindaði skatt? Hvussu tá við tænastunum og tryggleikanum? Jesu orð til samtíðina ljóða eisini til okkara í dag: “Gevið keisaranum tað, í keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!”

Hvussu var, um eingin okkara lutaði tað, vit hava um hendi, við onnur?

Eg eigi hvørki mína tíð, orku ella ogn. Hetta er alt Guds gávur. Tað, eg havi, havi eg fingið at umsita. Spurningurin er: Hvussu eri eg so sum umsitari? Man nakar í ellini siga: “Eg skuldi brúkt meira tíð til mín sjálvs!” ella “Eg átti at givið øðrum minni!”

Rithøvundurin Dave Ramsey skrivaði: “Um tú ikki sigur pengunum, hvar teir skulu fara, ríma teir!” Ert tú tilvitað/ur um tíðina, orkuna og ognina, tú hevur um hendi? Hesi eru øll Guds gávur til tín.

Um tú ikki sigur pengunum, hvar teir skulu fara, ríma teir!

Men Gud hevur givið tær eina aðra størri gávu: Himmalin. Hann er tín ogn, um einki annað er! Tí Jesus gav sína tíð, sína orku og sína ogn, fyri at tú skuldi fáa himmalin. Hann er vunnin og hvørvur ikki! Við trúnni á Jesus eigur Gud teg! Jesus gav keisaranum tað, í keisarans var og Gudi tað í Guds var: Allan seg sjálvan, fyri at hann kundi ogna sær teg! Spurningurin er nú: Hvussu livir tú sum Guds ogn við øllum tí, Gud hevur givið tær um hendi? Tú eigur einki av tí. Gud eigur alt. Hvat gert tú tá við tað? Hvussu umsitur tú Guds ognir? Gev næstanum tað, ið næstans er, og Gudi tað, ið Guds er!

Onnur tíðindi