Tiltøkini í KOMA byrja aftur nú!

Deil

Sunnudagin 6. septembur byrja tiltøkini aftur í Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum. Gudstænasta verður kl. 11.00 og sunnudagsskúlin byrjar eisini. Vegna korona, so verður fyrivarni tikið fyri frástøðu, har m.a. annaðhvørt rað ikki verður brúkt til gudstænastu. Í sunnudagsskúlahølinum eru stólar eisini tiknir burtur, so at fjarstøða er millum stólarnar. Spritt er til staðar og viðmælt verður at brúka tað.
Vit gleða okkum at síggjast aftur í KOMA!

Onnur tíðindi