Sunnudagsskúlin byrjar aftur – Trúboðarar í Turkalandi

Deil

Komandi sunnudag 6. januar kl. 11.00 byrjar sunnudagsskúlin aftur eftir jólafrítíðina. Tað er sum vanligt í samband við gudstænastuna, har øll byrja í kirkjuni. Eftir trúðarjáttanina og sang fara børnini upp í sunnudagsskúlahølið á loftinum. Øll eru sjálvandi vælkomin!

Kl. 18.00 tosar Sólbjørg Símunarson um evnið: “Útimissión – Trúboðarar í Turkalandi”.
Tað verður spennandi at hoyra um. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Onnur tíðindi