Á várið 2004, kom fyrispurningur frá limum í meinigheitini, um stýrið ikki kundi fara í holt við at seta smábólkar á stovn. Tað hevur verið tosað um hetta áður, men hildið var ikki, at tíðin var komin til tað tá. Men nú er hetta so veruleiki.
Í smábólkunum vera ymisk evnir tikin fram. Tað er einki fast, men kann vera okkurt sum bólkurin sjálvur heldur vera áhugavert.
Í dag hava vit tveir bólkar. Teir eru býttir upp í aldri.
Um hetta hevur tín áhuga, so er tú vælkomin í ein av hesum bólkunum. Tú kanst senda spurning, ella tað sum tú hevur á hjarta til reynslag@kallnet.fo