Skúgva skundin til viks

Deil

Hoyr prædikuna her!

Hvussu skjótt gekk hesin mánaðurin, hetta heystið og árið? Undrast tú og spyrt: “Er tað longu Jól aftur? Hvar fór tíðin og hvat brúkti eg hana til?” Fleiri okkara kenna til hesa kensluna, at tíðin vísir seg at fara framvið okkum skjótari og skjótari. Orsøkirnar til hetta kunnu vera nógvar, men man mín egni skundur vera við til at skunda meg og mína tíð?

Man mín egni skundur skunda meg?

Nakað síðani var eg staddur á Løgumkloster Refugium í Suðurjútlandi. Hetta er eitt stað, har fleiri koma til ymiskt skeiðvirksemi og til at arbeiða í friði. Men leiðarin á staðnum segði mær, at seinastu árini eru tað fleiri og fleiri einstaklingar, sum koma fyri at “løða battaríið”, tí gerandisdagurin er so streingjandi. Munnu vit ikki vera fleiri, sum søkja hvíld, kvirru og frið, tí okkara gerandisdagur er strævin?

Á Jólum hoyra vit boðskapin um frið á jørð. “Frið á JØRÐ!!!”, sigur tú kanska, og heldur fram: “Eg hevði verðið glað/ur, um eg bert fekk eitt sindur av friði í mínum egna lívi.”

Eg havi tað sum tú, sum hevur skund nærum í heilum! Umberingarnar ljóða: “Eg má líka gera hetta… Eg havi ikki tíð júst nú…” Eg kann gerast argur um hini og keddur um meg sjálvum, tí alt tykist at bróta meg av í tí, sum eg eri í holt við og haldi vera so týdningarmikið.

Tá Jesus var í tretivunum, segði hann: “Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!”

Menniskju óttast og kenna ófrið. Gud veit tað og gav okkum friðin: Jesusbarnið, sum vann mannaættini frið á jørð. Men hvussu kann nakað so lítið hava so stóra ávirkan? Jesus var jú bert eitt lítið barn í einum heimi, har umleið tríhundrað milliónir onnur menniskju livdu. Jú, júst hetta menniskjað hevði so stóra ávirkan, tí fyri tað fyrsta var og er hetta menniskjað øðrvísi. Meira enn nakað annað menniskja elskar Jesus sítt medmenniskja. Hann rúmar veruliga onnur og tekur um tey. Hann er sannorðaður og trúfastur. Fyri tað næsta var og er hetta menniskjað rættvíst. Jesus er uttan nakra skuld. Hann ger onga misgerð, talar ikki ilt um nakran og øvundar ikki onnur menniskju. Fyri tað triðja var og er hetta menniskjað tað menniskjað, vann tær ævigan frið!

“Men hvussu kann eg seg so fáa frið í lívinum ?”, spyrt tú kanska. Spyr fyrst, hvat ið skapar ófriðin! Man tað vera tín levnaður í skundi? Kanska hevur tú altíð skund, tí tú óttast okkurt? Í bókini Soul Keeping skrivaði presturin John Ortberg um eina samtalu, hann hevði við kenda prestin og rithøvundan Dallas Willard. Hann vildi fáa ráð um, hvussu hann betri kundi liva eitt lív í friði og meining. Ráðini, hann fekk, vóru: Skúgva eirindaleyst skund úr lívinum!

Skúgva eirindaleyst skund úr lívinum!

Sálin finnur ikki hvíld, um tú livir í skundi! Tá eg havi skund tykist ófriður at vera fylgisveinur og eg dugi illa at gleðast um tilveruna. Spurningurin til tín og mín er tí: Hvørja lítla broyting kann eg gera, sum fær stóra ávirkan? Kanska skalt tú seta fartelefonina á Flight mode viðhvørt? Kanska skalt tú hyggja upp og síggja medmenniskju og umheimin viðhvørt? Kanska skalt tú geara niður í levnaðinum? Kanska er tað okkurt annað. Hvat tað so enn er: Skúgva skundin til viks!

Hvørja lítla broyting kanst tú gera, sum fær stóra ávirkan?

Ímynda tær, at tú næstu Jól hugsaði: “Eg veit, hvat friður er og kenni hann í lívinum”

Gleðilig jól!

Onnur tíðindi