Sátt og semja í hjúnaløgum og øðrum sambondum

Deil

Í vikuni fær Vesturkirkjan spennandi vitjan við dananum Peter Damgaard-Hansen. Hann er aut. psykolog og par-terapeutur.

Petur skrivar m.a.:

Skalt tú veruliga gera sátt krevst ein máttmikil og grøðandi tilgongdir, sum krevur arbeiði og økt sjálvsinnlit hjá báðum pørtum í ósemjuni. Eg leggi dent á sanna sáttargerð, og hvussu hetta kann gerast í roynd og veru.

Um Petur Damgaard-Hansen

Petur hevur arbeitt við menniskjum í fleiri enn 35 ár og er serfrøðingur í parterapi og sáttargerðar-arbeiði. Hansara fakliga tilgongd tekur støði í einum samspæli millum likamliga, sálarliga og andaliga heilsu.

Petur fer at hava hesar fyrilestrar í Vesturkirkjuni:

Mikukvøldið 22. mai kl. 19:30 – 21.30

Evnið: At gera sátt og semju í sambondum. Her verður hugsað um okkara relatiónir hvør við annan. Øll eru vælkomin.

Leygardagin 25. mai kl. 14:00 – 16:30

Evnið: Kynstrið at liva tað góða hjúnalagið. Her verður m.a. gjørt upp við skeivar væntanir, vit hava fyri hjúnalagið. Øll eru vælkomin.

Til ber at lesa meira um Peter Damgaard-Hansen á hesum heimasíðum:

http://www.integreretpsykologi.dk/baggrundkompetence/

http://www.docpeter.com

Heftið ”Forsoningens pris” eftir Peter fæst fyri kr. 50,- og fyri trý hefti er prísurin kr. 100.

Tiltøkini eru ókeypis. Til ber at lata eina gávu.

VESTURKIRKJAN

v. Bergi D. Joensen, presti

Onnur tíðindi