Rútmisk gudstænasta

KOMA (Kirkju- Og Missiónshúsið á Argjum) vil røkka tær, sum fegin vilt koma í kirkju, men hevur torført við tað. Vit vita, at tað kann vera tungt at fara upp tíðliga sunnumorgnar eftir eina langa arbeiðsviku. Vit vita, at tað kann vera stærvið hjá tannáringunum í familjuni at fara upp tíðliga frídagar 🙂 Orsøkirnar kunnu vera ymiskar.

Tí hava vit í KOMA rútmiskar gudstænastur umleið einaferð um mánaðin klokkan 13.00. Hesar gudstænasturnar líkjast gudstænastunum sunnumorgnar, men eru ørðvísi serliga viðvíkjandi sanginum. Ístaðin fyri orgul er tað ein tónleikabólkur, sum spælir undir til felagssangin, sum bæði eru sálmar og nýggjari sangir.

Aftast í kirkjuni standa borð, har litblýantar og pappír at tekna uppá eru. Foreldur kunnu tí seta seg við hesi borðini við børnum sínum. Tá fáa bæði foreldrini og børnini gudstænastuna við, meðan børnini samstundis kunnu hugna sær við at lita.

Presturin til rútmisku gudstænasturnar er sami presturin, sum hevur havt gudstænastuna um morgunin og er prædikan tí tann sama. Altargongd við ídypping er til rútmisku gudstænasturnar. Presturin sigur frá, hvussu hetta gongur fyri seg.

Rútmisku gudstænasturnar vara umleið 1 tíma. Eftir gudstænasturnar eru øll vælkomin at fáa sær ein drekkamunn við onkrum søtum afturivið. Tá er gott høvi at tosa við onnur og njóta felagsskapin.

Um hetta ljóðar spennandi, skalt tú bara koma framvið til næstu rútmisku gudstænastuna. Nær hon verður sært tú á skránni á hesari heimasíðuni og á facebook síðuni hjá KOMA.