Prædika í Argja kirkju Allahalgannasunnudag 2021

Deil

Prædika eftir Hanus Pál Jógvansson

Epistil

Eftir hetta sá eg, og sí, stórur skari, sum eingin var førur at telja, av øllum fólkasløgum og ættum og tjóðum og tungumálum; teir stóðu frammi fyri hásætinum og frammi fyri lambinum, skrýddir í longum hvítum klæðum, og høvdu pálmagreinar í hondunum; og teir rópaðu við harðari reyst og søgdu: «Frelsan hoyrir Guði várum til, sum í hásætinum situr, og lambinum.» Og allir einglarnir stóðu rundan um hásætið og hinar elstu og hinar fýra verurnar, og teir fullu niður fyri hásætinum á andlit síni og tilbóðu Guð og søgdu: «Amen! Signingin og dýrdin og vísdómurin og takkargerðin og heiðurin og mátturin og kraftin veri Guði várum um aldur og allar ævir! Amen.» Og ein av hinum elstu tók til orða og segði við meg: «Hesir, sum skrýddir eru í teimum longu hvítu klæðunum, hvørjir eru teir, og hvaðan eru teir komnir?» Og eg segði við hann: «Harri mín, tú veitst tað.» Og hann segði við meg: «Hetta eru teir, sum komnir eru úr trongdini miklu, og hava tvigið klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins. Tess vegna eru teir frammi fyri hásæti Guðs og tæna honum dag og nátt í templi hansara; og tann, sum í hásætinum situr, skal tjaldra yvir teir. Ikki skulu teir longur hungra, og ikki skulu teir heldur longur tysta, og ikki skal heldur sól brenna teir, ikki heldur nakar hiti; tí at lambið, sum er fyri miðjum hásætinum, skal røkta teir og leiða teir til lívsins vatnkeldur, og Guð skal turka hvørt tár av eygum teirra.»

(Opb 7,9-17)

Hetta heilaga evanglii til Allahalgannasunnudag skrivar Matteus evangelistur í 5. kapitli sínum í ørindunum 1 til 12, og tað ljóðar so í Jesu navni!

Men tá ið hann sá mannamúgvurnar, fór hann niðan á fjallið; og tá ið hann var setstur niður, komu lærusveinar hansara til hansara. Og hann tók til orða og lærdi teir og mælti:

 «Sæl eru tey í andanum fátæku, tí at himmiríkið er teirra. Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst. Sæl eru tey spaklyntu, tí at tey skulu fáa jørðina í arv. Sæl eru tey, ið hungra og tysta eftir rættvísi, tí at tey skulu verða mettað. Sæl eru tey miskunnsomu, tí at tey skulu miskunn fáa. Sæl eru tey hjartareinu, tí at tey skulu síggja Guð. Sæl eru tey friðsomu, tí at tey skulu verða kallað Guðs børn. Sæl eru tey, ið verða forfylgd fyri rættvísis sakir, tí at himmiríkið er teirra. Sæl eru tit, tá ið tey spottreka tykkum og forfylgja tykkum og við lygnarorðum tala alt ilt um tykkum fyri mínar sakir. Gleðið tykkum og fegnist, tí at mikil er løn tykkara í himlinum; tí at somuleiðis forfylgdu tey profetunum, ið vóru undan tykkum.

Heilagi Faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð til okkara í dag. Orð títt er sannleiki. Lat tað lýsa okkum vegin til sannleika  og sælu!

Amen.

Fyrsta vikan í november er bæði ein tung og syrgin vika hjá okkum. Mánadagin var Allahalgannadagur, minningardagur teirra sjólætnu, har vit minnast øll tey, ið fingu eina váta grøv og sjólótust. Í ár kunnu vit tó fegnast um, at eingin í Føroyum er deyður á sjónum.

Í dag er so Allahalganna sunnudagur, og vit minnast øll tey kristnu, ið eru farin undan okkum. Hetta er tann dagurin í kirkjuárinum, har vit serliga minnast øll okkara kæru, sum vit hava mist, og vit savnast um okkara sorg og saknin av teimum. Men dagurin í dag er ikki einans ein sorgardagur, hann er eisini ein vónardagur!

Vit eiga jú øll eina stóra og dýrabara gávu. Henda gáva er uppreisnarvónin. Við deyða Jesusar á krossinum hevur Guð givið okkum eitt lyfti um, at vit øll skulu rísa upp aftur og hava ævigt lív. Uppreisn likamsins og æviga lívið geva okkum eina vón í lívinum. Einasta vissan í lívinum er, at øll menniskju fara at doyggja. Harvið fara vit øll at missa onkran av okkara kæru. Men okkara kristna vón er, at vit í æviga lívinum aftur skulu møta okkara kæru, sum vit hava mist í hesum lívinum. Deyðin gerst sostatt ikki endin av lívinum. Nei, hann er byrjanin til æviga lívið í Guðs ríki saman við okkara kæru í tí stóra snjóhvíta herliðnum.

Tað kemur ofta fyri, at tá vit siga okkurt, so siga vit ofta eisini óbeinleiðis okkurt annað. Um vit siga, at eitt lið hevur vunnið ein fótbóltsdyst, so siga vit samstundis, at hitt liðið hevur tapt dystin, uttan at vit nevna tað beinleiðis.

Tað sama ger seg galdandi í dagsins teksti. Jesus hevur ein beinleiðis boðskap, sum hann boðar mannamúgvunum og lærusveinunum við tí hann sigur, og ein óbeinleiðis boðskap við tí, sum hann ikki sigur.

Tann beinleiðis boðskapurin hjá Jesusi í evangliitekstinum er, at tey, sum hava tað ringt í hesum heimi, eru sæl og eiga pláss í Guðs ríki. Øll tey, sum eru hjálparleys, teimum er Guð hjá, og hann líðir saman við teimum og lovar teimum pláss í ríki sínum, har hann vil grøða øll teirra sár.

So er tað tann óbeinleiðis boðskapurin hjá Jesusi. Tá Jesus sigur, at summi eru sæl, so sigur hann samstundis, at summi eru ósæl. Sostatt kunnu vit siga, at tað eru tveir móttakarar av Jesu talu í dagsins teksti. Tey sælu, sum Jesus beinleiðis vendir sær til, og tey ósælu, sum Jesus óbeinleiðis vendir sær til.

Tey ósælu eru tey, ið volda ta neyð og líðing, sum tey sælu í dagsins prædikuteksti eru útsett fyri. Tað eru tey, ið gera onnur fátøk, eru harðlint, órættvís o.s.v. Listin er langur, tað vita vit øll.

Vit hava nú staðfest, at Jesus vendir sær til tveir bólkar í dagsins teksti. Tey sælu og tey ósælu. Og vit síggja eisini, hvat eyðkennir teir báðar bólkarnar. Men so kunnu vit spyrja okkum sjálvi, hvør hoyrir heima í hvørjum av hesum bólkunum?

Vit kunnu taka tann sæla bólkin fyrst. Hvør er fátækur? Hvør syrgir? Hvør hungrar og tystar eftir rættvísi? Svarið er, at tað er hvørt einasta menniskja! Øll menniskju uppliva fátækradømi, tað verið seg peningaligt, sosialt ella andaligt fátækradømi. Øll menniskju uppliva sorg. Øll menniskju uppliva órættvísi. Hjá summum menniskjum er henda neyð og líðing meira sjónlig og ítøkilig enn hjá øðrum. T.d. er tað lættari at síggja peningaliga fátækradømi hjá tí heimleysa, enn tað er at síggja sorgina og longsilin hjá stjóranum, sum gongur í klædningi og koyrir í einum dýrum bili. So øll menniskju líða, eru veik og vera lítilsvird og forfylgd í hesum heimi, hóast tað ikki er líka sjónligt hjá øllum. Hetta lýsir Kingo væl í sálminum Harmur og gleði:

Brigdlig er eydnan í ævum og tíðum!
Sorg kunnu menn allir bera í barm’!
Mangan er bróst undir dýrmettum prýðum
alsært av trega og loynligum harm’!
Hvør á sín hátt,
stórt ella smátt!
Himinin bert yvir sorg eigur mátt!

So er tað tann seinni bólkurin, tey ósælu. Hvør ger onnur fátøk? Hvør voldar øðrum sorg? Hvør handlar órættvíst? Gera vit ikki øll tað? Í lívi okkara gera vit øll  fyrr ella seinni onkran av okkara næstum fátækari, tað verið seg peningaliga, sosialt ella andaliga. Vit handla fyrr ella seinni órættvíst og vit forfylgja, happa ella útihýsa onkrum so ella so, fyrr ella seinni. Á sama hátt sum við neyðini og líðingini, so er syndin og tær óndu gerðirnar sjónligari hjá summum menniskjum enn hjá øðrum. T.d. er tað lættari at síggja, hvussu ránsmaðurin ger fólk peningaliga fátøk, enn hvussu happarin og baktalarin særa fólk. So vit skaða øll okkara næstar, hóast tann skaðin, ið vit gera, ikki altíð er líka sjónligur. Tað er sum Kingo sigur, “Hvør á sín hátt, stórt ella smátt”.

Í dagsins teksti setur Jesus sostatt orð á ta tvístøðuna, sum rúmast í einum og hvørjum menniskja, tvístøðuna millum tað sæla og tað ósæla. Hetta er ein undarligur tanki, at vit eru sæl og ósæl samstundis. Men tað hevur eina forkláring.

Ósælan kemur frá okkum sjálvum og sælan kemur frá Guði og Jesusi.

Við teimum fyrstu menniskjunum kom syndin og ósælan í heimin, og hon hevur fylgt okkum til henda dag. Vit stríðast øll fyri at sleppa undan syndini, men ferð eftir ferð mugu vit ásanna, at líka mikið hvat vit gera, so blíva vit við at synda. Menniskja er og verur ein syndari. Hetta er tungur kostur, men vit finna ugga í evangeliinum. Guð kennir okkum øll og veit, at syndin er ein partur av lívi okkara, sum vit ikki sleppa undan. Men hóast hetta elskar hann okkum. Tí lat hann son sín Jesus doyggja á krossinum og taka allar syndir okkara á seg. Tí skulu vit ikki lata syndina tyngja okkum. Vit kunnu nemliga liva við syndini, tí vit hava náðina í Kristusi. Syndin er longu umringað og umbroytt av Kristusi. Tí kunnu vit liva í náðinar ljósið, hóast vit eru ósælir syndarar.

So er tað sælan, sum kemur frá Guði og Jesusi. Til hana er at siga, at tað er ikki sjálv líðingin ella neyðin, sum ger okkum sæl, men at Jesus er við okkum í neyðini. Tá vit líða og plágast kann tað vera ringt at síggja, at Jesus er við okkum. Men hann er har! Um vit leggja merki til hann ella ei, so er hann har. Hann er har sum vinurin, sum uggar okkum, tá vit hava mist, og hann er har, sum tann fremmandi, ið hjálpir okkum, tá vit eru komin í neyð. Og hann vil leiða øll menniskju, sum hava tað ringt í ríki sítt.

Jesu tala í evangeliitekstinum, sum vit hoyrdu um í fyrstuni, vendir sær bæði til tey sælu og tey ósælu, og vit hoyrdu, at tað sæla og tað ósæla finst í okkum øllum. Harvið talar Jesus til okkum menniskju, sum vit eru uppá gott og ónt. Og í himmiríki rúmast vit eisini, sum vit eru upp á gott og ónt gjøgnum trúnna. Hetta síggja vit í dagsins epistli. Í 14. versi lósu vit, hvørji eru við í stóra hvíta skaranum, sum hevur vunnið vegin fram til Guðs ríki:

“Hetta eru teir, sum komnir eru úr trongdini miklu, og hava tvigið klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins.”

Sostatt rúmast bæði tað sæla og tað ósæla hjá menniskjanum í Guðs ríki. Tí at tey, sum koma her, eru leidd av Jesusi úr teirri miklu trongdini, men tey hava eisini fingið syndir sínar fyrigivnar í Jesu blóði. Alt menniskja rúmast hjá Guði, og tað eru eini gleðiboð!

Amen!

Onnur tíðindi