PODAS FYRI ØLL

Deil

Hjartaliga vælkomin til PODAS fyri øll á Argjum.

Innleiðsla í tilveru, meining og kristni verður í Kirkju- og Missiónshúsinum á Argjum frá 19. oktober til 14. desember 2021. Undirvíst verður millum annað í “Hava øll eina heimsáskoðan”, “Er tað skilagott at siga: Gud er til!”, “Reis Jesus veruliga upp frá deyðum?” og “Er Bíblian meira enn ein bók?”

PODAS fyri øll er fyri øll frá 14 ára aldri.

Tíð: Týskvøld kl. 17.00-19.00. Frá 19. oktober til 14. desember 2021.

Floksleiðari og undirvísari: Derhard Jógvansson, prestur, tlf.: 237347, teldupostur: derhard@kirkjan.fo.

TILMELDING:
Far inn á Podas heimasíðuna og fylg vegleiðingini.
– Brúk fyri hjálp við tilmelding? Ring Ásbjørn Jacobsen, tlf. 597777 ella send t-post til: asbjorn@podas.fo

Tilmeldingarfreist: 18. oktober 2021.

LUTTØKUGJALD: Kr. 500 við undirvísingarbók.

Fylg PODAS á Facebook: facebook.com/PODASEkklesias

© Øll rættindi ognað PODAS Ekklesias

Onnur tíðindi