Nýggj kirkja á Argjum

Deil

Arbeitt verður við at byggja nýggja kirkju á Argjum. Í hesum sambandi skipar kirkjuráðið fyri kunnandi fundi í skúlanum á Argjahamri mikukvøldið 9. Mai kl 1930.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, fer at greiða frá mannagongdini viðv. kirkjubygging, og Brim-arkitektar fara at greiða frá projektinum og vísa fram model av kirkjuni. Høvi verður eisini at seta spurningar.

Ólavur højgaard fer at luttaka við sangi.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sigur kirkjuráðið.

Onnur tíðindi