Náða meg, Gud!

Deil

Náða meg, Gud, fyri miskunn tína, fyri tína stóru várkunn strika út misgerðir mínar. Sálmur 51,3.
Henda sálmin hava stórir mannaskarar gjørt til bøn sína. Hann er sum ein tempultrappa, sum óteljandi føtur hava stigið á. Tað hevur bara verið eitt menniskja, sum ikki kundi nýta hana, hann, sum ikki gjørdi synd, og svik vórðu ikki funnin í munni hansara.
Hin heilagi Augustin hevði skrivað hesi orðini úr sálminum á veggin, har hann andaðist, so hann altíð kundi síggja tey og ogna sær tey djúpari. Kanska verður sálmurin okkum kærari, eldri vit gerast.
Synd er ein blettur, eitt klór, í lívsins bók, sum sálmaskaldið biður um at fáa burtur: strika út misgerðir mínar. Sum gomul handrit mangan eru útklórað, fyri at onnur skrift kundu verða sett afturat á bløðini, soleiðis er okkara ungdóms sakloysi vorðið dálkað av syndum, sum vit seinni gera. Náða meg, Gud, strika út misgerðir mínar!
Synd er óreinska á hinum hvíta klædninginum. Tí biður sálmaskaldið: “Tváa meg væl, so eg sleppi frá misgerðunum.” Bara ein vegur gongur inn í hitt nýggja Jerúsalem: at tváa kyrtil sín reinan í lambsins blóði og gera hann hvítan.
Synd er spitalska sjúka. Tí biður sálmaskaldið: “Reinsa meg frá míni synd, reinsa meg við ísoppi.” Tá ið hin spitalski rópaði á Jesus: “Um tú vilt, so kanst tú reinsa meg,” nam hann við hann, og hann gjørdist reinur.
Tað er hitt dagliga sambandið við Jesus, sum reinsar okkum. Latum okkum ærliga játta syndir okkara fyri Harranum og lata hann nema við tær, tá reinsar hann okkum: “Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu reinsar okkum frá allari synd.” (1.Jóh. 1,7)
t. týddi.

Onnur tíðindi