Møti

Hvørt sunnukvøld kl. 18 er møti. Hetta er løtan tá vit øll samlast. Ofta inniheldur møtið felagssang, eina talu og nakrar vitnisburðar. Aðrar ferðir verða vanligu karmarnir broyttir, so pláss verður givið fyri “øðrvísi” møtum.

Hvørt sunnukvøld er drekka eftir møti. Tá liggur væl fyri at fáa eitt hugnaligt prát um eitt og annað.
Vit hava eisini innsavnan hvørt sunnukvøld til dagliga raksturin av húsinum

Tú kanst stuðla arbeiðinum við at lata gávu á 6460-4354909