Missiónsvikan fríggjakvøldið 14/2

Deil

Í kvøld verður tað meira ungdómligt við talu og sangi. Jákup Justinussen, leirvíkingur búsitandi í Havn, fer at tala til okkum. Tað verður um, hvussu Jesus møtir okkum menniskjum. Dømi verður tikið úr bíbliuni.
At syngja í kvøld hava vit fingið Blátt Gras. Teir syngja sínar eyðkendu sangir við góðum og løttum tónleiki til. Tað eru menn úr Vágum, sum mynda bólkin.
Eftir møti er ein drekkamunnur at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin!

Onnur tíðindi