Missiónsvikan 2019 at enda komin!

Deil

Evnið fyri missiónsvikuna í ár var: Gud vil frelsu – hvat vilt tú?
Til hetta hava ymsir talarar verið og borið orðið fram. Evnini hava verið fjølbroytt, sangarar og kór hava fjálgað um møtini, og ein kaffimuður til endans hevur givið høvið til mangt gott prát.
Sunnukvøldið endaði møtirøðin við lokalum kreftum, tá Bergur D. Joensen, prestur, talaði og Argjakórið sang.

Argjakórið samlast hvørt týskvøld, har tey venja nýggjar sangir. Kórið syngur javnan til møti og onnur tiltøk runt í Føroyum.

Um tú ikki hevur havt møguleikan at hoyra møtini og ynskir tað, so kunnu tey hoyrast á heimasíðuna. Tú kemur til upptøkurnar við at trýsta á her!

Vit takka fyri eina góða viku og ynskja, at hon hevur verið til umvending, styrki og endurnýggjan fyri mong.

Onnur tíðindi