Loppumarknaðurin 16. mars

Deil

Leygardagin 16. mars kl. 13.00 skipaði sunnudagsskúlin á Argjum fyri loppumarknaði. Ágóðin fór til SIMBA-arbeiðið hjá Heimamissiónini. Tað er alt arbeiðið, sum hevur børn og familjur at gera.
Tað varð lýst við loppumarknaðinum í góðari tíð, og nógv brúktu møguleikan at stuðla við ymsum lutum. Eisini bleiv stuðla við lagkøkum, sum blivu seldar saman við einum kaffi- ella tekoppi.
Nógv stóðu klár, tá loppumarknaðurin byrjaði kl. 13.00. Tað bleiv selt til kl. 16.00, og mong brúktu eisini møguleikan at keypa sær ein kaffimunn. Møguleiki var at keypa lagkøku, vaflur og ymiskt annað gott til góman.

cof


Alt bleiv ikki selt, men okkurt er blivið selt á Rótikassanum síðani loppumarknaðin.
Endamálið var sum sagt at samla pening inn til SIMBA-arbeiðið, og tá tað alt er blivið talt saman, vóru innsamlað einar 10.300kr. Tað eru vit sera takksom fyri og takka hjartaliga øllum teimum, sum á ymsan hátt stuðlaðu, bæði við lutum og við at hjálpa til í køkinum, við at selja osv.
Hjartaliga takk fyri!

cof
Onnur tíðindi