Loppumarknaður 16. mars kl. 13.00

Deil

Leygardagin 16. mars verður loppumarknaður í Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum til frama fyri SIMBA. Umframt sjálvan loppumarknaðin verður ymiskt annað, sum fer at seta sín dám á dagin. Tað verður m.a. møguligt at keypa sær kaffi og kaku fyri ein bíligan penga.
Tey, ið ynskja at lappa loppur, kunnu seta seg í samband við ein av hesum trimum: Jógvan (291232), Katrin (227048) ella Rannvá (520052). So tað er eitt gott høvi at rudda eitt sindur og samstundis stuðla Simba.
Vit fara at selja nógv ymiskt sum t.d. køksting, leikur og prýðislutir. Tó verða eingi klæðir og bøkur til sølu.

Simba er felagsnavnið fyri alt barna- og juniorarbeiðið hjá Heimamissiónini. Á eystur-afrikanska málinum swahili merkir navnið leyva.

Simba vil møta børnunum, har tey eru, og bjóðar ymisk konsept fram, so sum:
• Sunnudagsskúlar og juniorbólkar kring landið
• Tannáringavikuskifti
• Simbalegur fyri børn um summarið
• Wild Life, Sport&Games, tónleika & sanglega fyri tannáringar
• Undirvísing av leiðarum
• Stimbra leiðslunum runt landið

Onnur tíðindi