Jútta Reynslág
Tá man hoyrir ymiskar talarar og prædikufólk greiða frá, hoyrir man ferð eftir ferð, at tey fortelja frá sínum børnum, og tað skilir man væl. Børn eru ótrúligir vitnisburðir fyri okkum.
Tá eitt barn verður føtt, er tað so lítið og hjálparsleyst. Tey kunnu satt at siga einki annað enn at eta, sova og sleppa sær av við matin aftur. Tað er tað! Men í grundini er hetta nóg mikið til at liva ella yvirliva. Tó hevði hetta verið eitt sera trist lív.
Tíbetur hava børn tey fantastiku evnini at vera forvitin. Tey hyggja eftir menniskjum rundanum tey, sum ganga runt og ikki eru nøgd við bara at sova, eta og pissa. Nei, tað gongur ikki leingi til barnið byrjar at flyta seg runt, grulva, ganga, renna og hoppa. Soleiðis fáa tey møguleika at uppliva heimin á ein heilt nýggjan og øðrvísi hátt.
Hetta krevur venjing, og tey mugu royna seg fleiri ferðir – eg ímyndi mær, at tey onkuntíð mugu undra seg og ikki heilt skilja, hvussu vit vaksnu gera.
Vegurin frá nýføðingi til barn er uppá ein máta íblástur til kristinlívið. Tá eg tók móti Jesusi vóru tey neyðugu viðurskiftini í lagi – eg trúi, at Jesus doyði fyri mínar syndir og tí kundi eg verða frelst.
Men tað hevði verið synd fyri børn, um tey steðgaðu við tað neyðuga og ikki kannaðu og granskaðu heimin. Eg hevði eisini mist nógv, um eg bara steðgaði har við mínum kristinlívi.
Kristna trúgvin rúmar meira enn bert tað grundleggjandi; tað rúmar eina heila verð og eitt fantastiskt lív. Lat okkum ikki bara vera nøgd, men fáa alt burturúr. Og hvussu gera vit so tað?
Jú, vit at lesa í okkara Bíbliu, biðja og tosa saman um Guð og Jesus. Tað liggur ein ófatiligur dýrgripur goymdur í tí. Bæði eitt spennandi og útfordrandi lív saman við Jesusi.
Tá man gjøgnum tað kemur til at liva eitt lív í relatión til Jesus, sær man, at tað er ein meining við lívinum, og tað er ein meining við mær. Guð ynskir at brúka meg, har eg eri. Men Hann ynskir ikki bara at brúka teg sum eitt arbeiðsreiðskap. Tú fert eisini at kenna hansara stóra kærleika og síggja, at tú ert dýrabarur í Guðs eygum, og at hann hevur lagt eina rúgvu av góðum gerningum til rættis fyri júst teg at ganga í.
Persónliga havi eg havt nógv góð og rík upplivilsi við at lesa í Bíbliuni, bøn og felagsskapi og vildi ikki verið tað fyri uttan. Og kristni felagsskapurin er so nógv annað og meira enn Orð og Bøn, tað er eisini at hava tað stuttligt og hugnaligt saman. Vit skulu duga at vera saman í øðrum samanhangi, har vit gera onnur meira gerandislig ting. Hetta er bara við til at styrkja okkara felagskap, og vit koma at kenna hvønn annan á ein heilt øðrvísi hátt. Tá fáa vit fult útbýti av hvør øðrum og tí, sum ger okkum til tey, vit eru.
Eg merki púra greitt tey tíðarskeiðini, har mítt kristinlív hevur virkað best við yvirskoti og gleði. Tað er tá Guðs Orð og samskifti við Hann hevur verið fastur partur av mínum gerandisdegi. Og samskifti og upplivingar við onnur kristin hava fylt mítt lív.
So lat okkum gera sum børnini rundan um okkum. Læra av teimum og fara út at kanna okkara verð og lív sum kristin við øllum tí ríkidømi eitt guðsbarnalív kann hava.
Umsett og lagt afturat frá Jakob Kristensen, 26. okt. 2012
Gal 6, 9-10
Jütta Reynslág