Kirkjan

Í 1970 tóku Richard Mortensen, Valbjørn Dalsgarð og Olaf Petersen (gamlilærari) stig til at byggja eina kirkju og missiónshús. Húsið var liðugt bygt í des. 1974 og varð tað vígt 4. sunnudag í advent hetta sama árið.

Fyrsta gudshúsið, vit vita um á Argjum, var kapellið á spitalskuhospi-talinum, har bæði búfólk og starvsfólk savnaðust til gudstænastur. Hetta var so niðurlagt miðskaeiðis í 18. øld, og eftir tað var Havnar kirkja gudshúsið hjá Argjafólki. Seinri, tá Meinigheitshúsið var bygt niðri við Vaglið, var tað eisini trúliga vitjað av argjafólki. Tað var ein saknr ikki at hava eitt hús hjá kirkjufólki at savnast í á Argjum, tí vegurin var langur til Havnar, og serliga var tungt at fara langa vegin til gongu í illveðri. Tó savnaðust fólk í ymsum heimum til lestur og aðrar kristligar samkomur. Í 1961 var fyrsta stigið tikið til at byggja eitt gudshús á kirkjunar grund. Farið var undir at savna pening inn, og stóð hetta arbeiðið við í 10 ár. Í 1971 varð farið undir at byggja kirkju- og missiónshúsið, og stóð tað liðugt trý ár seinri, og var vígt 22. des. 1974.

Nakað seinri var Argir gjørd til sjálvstøðuga kirkjusókn við egnum kirkjuráði. Húsið er bygt til at kunna hýsa øllum arbeiðsgreinum á kirkjunar grund. Húsið er karmur um gudstænastur og allar aðrar kirkjuligar tænastur. Eisini er tað karmur um alt Heimamissiónsarbeiði sum: møtir, bíbliutímar, sjómanskvinnuring. Eisini hava skótarnir hildið til í húsinum. Húsið varð bygt við nógvari sjálvbodnari arbeiðsmegi, og fíggingin var fingin til vega við innsavningum í bygdini, lutaseðlum um landið og tveimum basarum, og har aftrat lótu fólk eina peningagávu av og á, og stóð tað liðugt at taka í nýtslu uttan lán. Hetta er einasta hús av sínum slagi í Føroyum, við tað at tað hýsir øllum kirkjuligum arbeiði- Fólkavalt kirkjuráð stendur fyri tí kirkjuliga arbeiðinum, og eitt sjálvsupplerandi stýri fyri tí arbeiðinum, sum verður rikið eftir reglum hjá Kirkjuligu heimamissiónini.

Arbeitt verður við at byggja nýggja kirkju. Hetta arbeiðið kann stuðlast við at lata gávu. Kontunummurini eru:
Banknordik: 6460-3868283
Betri Banki:  9181-3741771

Kirkjuráðsformaður er
Sólrun Gleðisheygg

tel 55 60 71