Kirkjan svarar!

Deil

Derhard Jógvansson

Tá steig Pætur fram saman við hinum ellivu, hevði upp rødd sína og mælti til teirra: »Tit, Jødar, og allir tit, sum búgva í Jerúsalem, hetta veri tykkum vituligt, og gevið orðum mínum ljóð! 15Tí at ikki eru hesir menn druknir, soleiðis sum tit halda; tí at nú er eisini landsuðurstíð. Áps. 2,14-15

Tað er hvítusunna. Jødar allastaðni frá eru í Jerúsalem. Eitt dun hoyrist. Menn byrja at tala um tann upprisna Jesus á málum, sum teir natúrliga ikki kundu duga. Nakrir áhoyrarar gjørdust bilsnir, meðan aðrir spottaðu. Eftir eina løtu kemur Pætur fram, fyri at tosa einsamallur fyri øllum eina løtu.

Í hesum eru tveir lærusetningar til okkara í dag. Kirkjan boðar. Og kirkjan svarar.

Fyri okkum er lítil ivi um, at boðan gongur fyri seg í kirkjubygningum, salum, samkomuhúsum og heimum. At fleiri menniskju heima og úti boða evangeliið um, at Gud gjørdist menniskja í Jesusi av Nasaret, at hann doyði, men reis upp aftur, og at vit eiga ein ævigan himmal við trúnni á henda Jesus. Hetta er ikki annað enn at ganga í fótasporunum hjá Pæturi, tá ið hann steig fram og boðaði fyri einari mannamúgvu fyri tveytúsund árum síðani, sum var bilsin.

Tað kann væl vera, at vit ikki altíð duga so væl at boða, vegna tað at okkara egna mangan kemur í vegin. Men kjarnan er, at evangeliið er givið Guds kirkju á jørð, sum síðani boðar tað til øll menniskju. Pætur tosaði við øll, sum vóru á staðnum. Kirkjan eigur somuleiðis í dag at boða til øll menniskju.

Ein flokkur av hesum menniskjunum eru spottararnir. Hetta førir okkum til annan lærusetningin, at kirkjan svarar.

Vit lósu um, hvussu Pætur sigur við spottararnar, sum søgdu lærusveinarnar vera fullar: »Ikki eru hesir menn druknir, soleiðis sum tit halda; tí at nú er eisini landsuðurstíð.« Tað vil siga at klokkan var ikki meira enn nýggju um morgunin. Fyri tað fyrsta var tað ósannlíkt fyri fleiri fólk saman at fara á ein drukktúr tíðliga um morgunin mitt í Jerúsalem. Fyri tað næsta endaði føstan ikki fyrr enn í fyrsta lagi klokkan tíggju, sum merkir, at jødar ikki byrjaðu at eta fyrr enn tá hesa hvítusunnuhátíðina.

Hesa uppgávu hevur kirkjan eisini í dag til teirra, sum spotta og avnokta Jesus og tey kristnu. Í kærleika eiga vit at geva svar til øll menniskju. Sjálvur Pætur skrivar um júst hetta í fyrra brævi sínum: »Verið altíð búnir til verju fyri hvørjum manni, sum krevur roknskap av tykkum fyri ta vón, sum er í tykkum, men tó við spakføri og ótta.«

Vit síggja her, at bilsni er ikki nøkur hóttan, men eitt høvi. Somuleiðis er spottan heldur ikki nøkur hóttan fyri Guds kirkju á jørð, men eitt høvi. Gud elskar hvørt menniskja. Eisini spottaran. Kirkjunnar uppgáva er at minnast Guds kærleika til hvørt menniskja og so boða og svara so væl hon kann.

BØN
Heilagi faðir! Stórur er tín kærleiki til okkara.
Takk fyri, at tú hevur givið okkum evangeliið.
Fyrigev okkum, at vit mangan ikki skilja teg.
Hjálp okkum at vera vend móti tær og við kærleika geva víðari tað, sum vit hava fingið.

Faðir vár, tú sum ert í himlinum! Heilagt verið navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himli so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir! Amen.

Onnur tíðindi