Jólaveistlan hjá sunnudagsskúlanum verður sunnudagin 16. desembur kl. 11.00.
Vit byrja við familjugudstænastu, har Derhard Jógvansson er prestur. Undir gudstænastuni verður Lusiagongd við sunnudagsskúlabørnunum. Eisini luttekur gentukórið úr meinigheitshúsinum við sangi.
Døgurði fyri øll verður eftir gudstænastuna og síðani heldur dagurin á við t.d. dansi um jólatræið, søgu, undirhaldi og okkurt gott verður eisini til børnini.
Hjartaliga vælkomin!