Jólaveitslan hjá sunnudagsskúlanum 15. desembur 2019

Deil

Sunnudagin 15. desembur var jólaveitslan hjá sunnudagsskúlanum. Byrjað varð við barnagudstænastu kl. 11.00, har gentukórið Døggdropar undir leiðslu av Jeanne R. Poulsen sang tveir sangir sum preludium. Gentukórið sang eisini tveir sangir áðrenn prædikuna hjá Derhardi.
Millum 1. og 2. sálm var Luciagongd við sunnudagsskúlabørnum á Argjum. Tað var sera vakurt og gleðiligt at síggja. Frammi á kórsgáttini sungu børnini Luciasangin og tveir sunnudagsskúlasangir.
Derhard brúkti børnini í síni prædiku. Teksturin bleiv flættaður saman við kendum sunnudagsskúlasongum, og soleiðis bleiv prædikan sera livandi.
Eftir gudstænastuna vórðu øll bjóðaði til døgurða. Vit fingu góðan grýturætt við skrúvum og grønmeti afturvið. Tað var dekkað upp í aftasta og mittasta salinum, umframt at tað eisini var dekkað upp í sunnudagsskúlahølinum.
Tá máltíðin var komin væl niðurum, helt dagurin fram við sangi og øðrum. Asta leiddi okkum gjøgnum tiltakið. Katrin las eina sera góða og spennandi søgu, Jógvan hevði undirhald og Jütta leiddi sangin runt um jólatræið. Á veg út fingu børnini pakka við ymsum góðum, søtum í.
Vit takka fyri ein góðan dag, og serliga takka vit øllum teimum, sum hjálptu til við einumhvørjum. Bæði við fyrireiking fríggjakvøldið og á sjálvum degnum í køkinum, runt í húsinum og á annan hátt!
Og hjartaliga takk til øll, sum góvu sær stundir til at vera við.
Myndir frá degnum kunnu síggjast við at trýsta á leinkjuna her.

Til endans kunnu vit siga, at sunnudagsskúlin byrjar aftur 12. januar.
Gleðilig jól og eitt vælsignað nýggjár!

Sunnudagsskúlanevndin

Onnur tíðindi