Jógvan Reynslág
Er Gud við okkum, hvør er tá ímóti okkum? Róm.8,31
Tað er Paulus, sum sigur hesi orðini í brævi til tey kristnu í Rom, eftir at hann í kapitlinum frammanundan hevur talað um Guds undurfullu náði í Kristi Jesusi. Paulus eins og ger upp úrslitið og leggur dent á, at er Gud við okkum, kann ongin gera okkum nakað.Gaman í eru nógvir fíggindar og mong, sum standa ímóti okkum;men er Gud við okkum, tá skal hann vinna og sigra.
Hetta er eitt vælsignað orð, og hvussu troystarríkt er tað ikki, at kunna bera tað fram á vørrum okkara; men eru vit før fyri hesum? Tora vit veruliga at trúgva og hvíla í, at Gud er við okkum?
Av natúru eru vit vreiðinnar børn og als ikki við Gudi, men ímóti Gudi. Soleiðis standa mong fyri ásjón Guds og faðir Jesu Krists. Tað eru ikki bara øll, sum opinlýst avnokta Gud og forfylgja honum og soleiðis vísa, at tey eru ímóti Gudi. Tað eru eisini mong hampilig og rættskaffn menniskju, sum – tó at tey eru heiðurlig – kortini hava Gud ímóti sær, tí at hjarta teirra er kalt og brýggjar seg ikki um frelsuna í Jesusi Kristi.
Hvussu fært tú tá Gud við tær? Á tann hátt, at tú heldur við honum. Tú mást av fullum hjarta kvitta við hitt gamla lívið í synd og øll tey, sum standa ímóti Gudi, og tú skalt venda tær til hansara, sum ikki spardi son sín, men gav hann fyri okkara skyld – eisini tína. Tú mást ongantíð bíða, at tú megnar at fáa Gud at venda um ella at halda við tær. Nei, tú mást venda um, um tú skalt fáa Gud at halda við tær.
Tað kann gerast ógvuliga torført at bretta hitt gamla av sær, og tað tykist mangan, eins og nógv feiri eru ímóti Gudi enn við Gudi; men fast sum í berginum stendur, at bara tey, sum hava Gud við sær, skulu fáa lut í hinum endaliga sigrinum, verða fríkend fyri Guds dómstóli fyri Jesu Krists skyld og fáa eitt ævigt lív.
Sunnudagsskúlablaðið