Hjartaliga vælkomin til PODAS 1 í Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum

Deil

PODAS Ekklesias er ein skúli á Fólkakirkjunnar lærugrundarlagi við Bíbliuni og játtannarritunum sum grund. Undirvísarar eru prestar, trúboðarar og onnur.

Vit síggja fyri okkum, at skeiðið verður merkt av kveikjandi íblástri, virðiligum samskifti og lívgandi felagsskapi.

HVAR, NÆR OG FLOKSLEIÐSLA:

Kirkju- og missiónshúsið, Argir: Hóskvøld kl. 20.00-21.45. Frá 11. november 2021 til 28. apríl 2022.
– Floksleiðarar: Sólbjørg Símunarson tlf. 282948, Gunnar Reynslág tlf. 512292 og Alfred Hansen tlf. 315870.

Aldursmark: 17 ár og eldri.

Luttøkugjald: Luttøkugjaldið er kr. 20,00 fyri kvøldið ella kr. 400,00 fyri alt skeiðið.

Tilmelding á staðnum við uppmøting.

Hjartaliga vælkomin!

Onnur tíðindi