HEVUR TÚ HUG AT STILLA UPP TIL KIRKJURÁÐSVAL?

Deil

Sum kunnugt verður kirkjuráðsval 2. november. Hevur tú hug at stilla upp til kirkjuráðið fyri Argja kirkju, so er at venda tær til onkran í kirkjuráðnum í seinasta lagi hin 20. september. – Kirkjuráðið í kirkjusóknini skal tryggja kirkjuliðnum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni.
Kirkjuráðið stjórnar kirkjuni í kirkjusóknini og hevur ábyrgd av fíggjar- og fyrisitingarviðurskiftum.
Í kirkjuráðnum, sum var valt seinast, eru: Bjartur Dalsgarð, Sólrun Gleðisheygg, Fróði Olsen, Pauli D. Joensen, Rúni Hentze, Ann á Argjaboða og Andrass Arge.

Onnur tíðindi