Góður arbeiðsdagur!

Deil

Møtt bleiv kl. 9.30. Tað varð farið í gongd beinanvegin við ymsu uppgávunum og nógv bleiv gjørt. Nevnast kann m.a.:
– Allar glaskúlurnar í kirkjusalinum blivu vaskaðar.
– Ein handklæðsturkari bleiv settur upp í køkinum ístaðinfyri radiatorin.
– Tapetið bleiv tikið av borðtennisrúminum og WC-inum á loftinum og nýtt lagt á.
– Loft bleiv gjørt aftur í borðtennisrúminum, ljósarmatur blivu skift í gongini á loftinum.
– Tað bleiv rudda í sunnudagsskúlagoymslurúminum.

Eingin nýttist at vera svangur, tí ein góður døgurðabiti fekst á middegi. Eisini fingu vit ein góðan drekkamunn at samla okkum kreftir við.
Her eru nakrar myndir frá degnum!

 

Onnur tíðindi