Fyri pening kann ein fáa alt!

Deil

Ja, soleiðis siga mong: „Fyri pening kann ein fáa alt“. Nei, tað kann ein so sanniliga ikki. Tú kanst keypa mat, men ikki matarlist. Tú kanst keypa tær dýra song, men ikki svøvn. Tú kanst keypa heilivág, men ikki heilsu. Tú kanst keypa vinir, men ikki vinalag. Tú kanst keypa grá hár, men ikki æru og virðing. Tú kanst keypa tær góðar dagar í friði á eini baðistrond, men ikki ein frið, sum av sonnum hevur nakran týdning. Skalið kanst tú keyp fyri pening, men ikki kjarnuna. Ein fleirmiljóningur átti son, sum lá fyri deyðanum. Ein dagin segði hann við læknan: „Eg gevi tær 100 dollarar fyri hvønn tíma, tú kanst leingja soni mínum lívið.“ Læknin hugdi upp á hann við sorgblíðum brosi og segði: „Harri mín, nú eru vit komin hagar, sum dollarar ikki longur hava nakran týdning.“ Jú, víst kann nógv keypast fyri pening. Men veruligu lívsvirðini, tey, ið hava týdning líka inn í ævinleikan, tey kunnu ikki keypast fyri pening. Her er eingin munur á ríkum og fátækum. Tí hesi virði fáast ikki fyri pening. Tað dýrabarasta, ið fáast kann her í lívinum, er tað, ein syndari fær, ið hevur fatað syndanna fyrigeving og tikið ímóti henni. Hetta kann ikki metast í peningi. Eydna er at hava funnið útav, at henda syndanna fyrigeving kostar einki, men bert er at taka ímóti, annaðhvørt ein er ríkur ella fátækur. Gud havi lov fyri tað – so kann eg eisini vera við! A.J

Onnur tíðindi