Familjugudstænasta við jólapakkum!

Deil

Sunnudagin 13. desembur var familjugudstænasta, sum samstundis var seinasti sunnudagsskúli áðrenn jólaferiuna. Bergur D. Joensen var prestur og byrjaði gudstænastuna. Tað vóru mong ymisk, sum luttóku.

Ásbjørn og Beinta Berthelsen av Strondum høvdu tekst og søgu, meðan dóttirin Bjarta sang við fylgispæli av beiggjunum Jóhannusi og Ámundi. Ásbjørn spældi eisini klaver.


Sangbólkurin Tabitha av Argjum sang eisini tveir jólasangir. Á veg út fingu børnini ein pakka heim við.


Vit takka fyri hetta kalendararárið og síggjast aftur í komandi árinum. Sunnudagsskúlin byrjar aftur 10. januar.

Onnur tíðindi