Familjugudstænasta sunnudagin

Deil

Sunnudagin 13. desembur verður familjugudstænasta. Hetta verður samstundis seinasti sunnudagsskúli áðrenn jólafrítíðina. Tað verður ikki jólaveitsla á sama hátt í ár sum undanfarin ár, har vit hava havt Luciagongd, bjóðað døgurða og havt veitsluna eftir døgurðan.
Til gudstænastuna luttaka Ásbjørn og Beinta Berthelsen og sangbólkurin Tabitha. Prestur verður Bergur D. Joensen. Børnini fáa ein pakka við heim, tá gudstænastan er liðug.
Vælkomin til eina hugnaliga gudstænastu!

Onnur tíðindi