Árliga útferðin fyri øll í kirkjuni verður 12. juni. Vit byrja við familjugudstænastu kl. 11.00 og síðani gongur leiðin til til Nesvíkar.
Í Nesvík fara vit at hugna okkum saman við spæli, søgu og sera góðum mati.
Um onkur manglar fart, so ber til at venda sær til Sólbjørg á tlf 282948. So verður pláss funnið onkrastaðni.
Øll eru vælkomin!
