Familjugudstænasta, Bubu, Døggdropar og útferð til Skótahúsið við Løkin

Deil

Hvítusunnudag verður familjugudstænasta kl. 11.00 við Bergi D. Joensen, presti. Hetta verður ein eitt sindur øðrvísi gudstænasta, har klovnurin Bubu luttekur og gentubólkurin Døggdropar syngja.
Talvan gongur fyri Føroyska Bíbliufelagið.

Hetta er eisini dagurin, har sunnudagsskúlin fer sína útferð, og eins og í fjør gongur leiðin til Skótahúsið við Løkin. Vit vórðu sera heppin við veðrinum í fjør, har nógvar D-vitaminir komu innanbora gjøgnum dagin. Vit vóna, at veðrið verður gott, men húsið er stórt og praktiskt, so tað eru nógvir møguleikar, um veðrið verður keðiligt.

Vit fara at grilla døgurða, har øll eru vælkomin at luttaka. Allarbest er, um tit siga við onkran í sunnudagsskúlanevndini ella trýsta á “eg fari” í tiltakinum á Facebook, so at vit vita nøkunlunda, hvussu nógv koma at eta.
Umframt tað verður ymiskt til gaman og álvara og sjálvandi eru øll hjartaliga vælkomin!

Onnur tíðindi