Familjugudstænasta var í dag við Jákup E. Petersen, presti. Jákup fortaldi eina góða søgu um innihaldið í ymsum eggum, sum hann hevði tikið við sær. Tað eina eggið var tómt og vísti á ta tómu grøvina á páskum.
Eisini sungu vit øll tríggjar barnasangir eftir prædikuna, og tá gudstænastan var liðug fingu børnini hvør sítt sunkist og sjokolátabarr heim við til dessertina.
Vit takka fyri eina deiliga løtu.
