Ein hending, tvey svør!

Deil

Derhard Jógvansson

Hvussu ber tað tá til, at vit, ein og hvør, hoyra teir tala á okkara egna máli, sum vit eru føddir við? Partar og Medar og Elamitar og vit, sum eru búsettir í Mesopotámiu, Júdeu, Kappadókíu, Pontus og Ásiu. í Frýgíu og Pamfýliu, Egyptalandi og Libyubygdunum við Kýrene, og vit Rómverjar, sum her hava setst niður, Jødar og proselýtar; Kretoyingar og Árábar, vit hoyra teir tala á okkara tungum um stórverk Guds?« Men teir gjørdust allir bilsnir og vóru í døpurhuga og søgdu hvør við annan: »Hvat man hetta vera?« Men aðrir spottaðu og søgdu: »Teir eru druknir av søtum víni.« Áps. 2,8-13

Fyri umleið tveytúsund árum síðani hendi nakað serligt í Jerúsalem. Fyri tað fyrsta doyði ein maður, sum nevndist Jesus úr Nasaret. Fyri tað næsta reis hann upp aftur triðja dagin og vísti seg fyri lærusveinunum livandi í fjøruti dagar, áðrenn hann fór heim til faðirin. Fyri tað triðja kom Heilagi andi yvir hesi somu vitnini tíggju dagar eftir at Jesus var farin heim. Hetta var um hvítusunnuna, tá ið jødar vóru vanir at koma til Jerúsalem. Jødar, sum búðu ymsastaðni og tosaðu ymisk mál. Nú eru hesir jødarnir vitni til, at nakrir persónar byrja at tosað teirra egna mál um mannin Jesus úr Nasaret, sum er risin upp frá deyðum. Teir tosa mál, sum teir ikki kundu duga natúrliga. Mál av øllum ymiskum sløgum. Teir tosaðu málini hjá øllum teimum ymisku menniskjunum, sum vóru til staðar í Jerúsalem hesa hvítusunnuna.

Hetta fekk sjálvandi mannamúgvuna til at stúgva seg saman um hesar persónarnar, tí hvat var hetta fyri nakað?

Vit síggja tvær reaktiónir. Fyri tað fyrsta vóru tað tey, sum gjørdust bilsin og vóru í døpurhuga, tá ið tey sóu og hoyrdu hesar persónar tosa um stórverk Guds. Tey høvdu eitt spyrjandi hjarta og sinni: »Hvat man hetta vera?« Tað er sum um vilja tey vita meira. Er tað nakað um hetta, sum menninir siga um Jesus úr Nasaret?

Fyri tað næsta vóru tað tey, sum spottaðu. Tey høvdu eitt dømandi hjarta og sinni. Ein grund kann vera, at fleiri av teimum als ikki skiltu, hvat summir av hesum søgdu. Kanska skiltu tey bara ein teirra, meðan alt hitt var tvætl í teirra oyrum. Og tí mundu hesir vera fullir.

Men rættara grundin er mestan, at tá ið eingin natúrlig frágreiðing var til hesa hending, var lættari fyri fleiri at spotta og døma.

Vit standa øll fyri somu støðu. Vit hava fingið boðini um, at Jesus, sum er guddómligur, doyði, reis upp aftur frá teimum deyðu og er í dag livandi. Hvat siga vit til tað? Hvør er okkara reaktión til hesi tíðindi?

Eru vit sum tey spottandi og dømandi og siga: »Hatta er nakað fjas. Eingin kann rísa upp frá deyðum. Gud er ikki til. Eg havi ikki sæð Jesus. Hasi kristnu eru í ørviti.«

Ella eru vit sum tey bilsnu og siga: »Ná, so Jesus er guddómligur? Hann er Gud og gjørdist menniskja? Hann doyði, men reis upp aftur? Hann livir?«

Fakta er: Boðini um Jesu deyða og uppreisn er okkum givið. Hvussu reagera vit uppá hesi tíðindi?

BØN
Góði Gud! Tú hevur á veldigan hátt gripið inn í okkara lív.
Takk fyri, at tú gavst okkum Jesus!
Fyrigev okkum, at vit so mangan hava torført við at trúgva tær.
Hjálp okkum at hava eitt opið hjarta og sinni fyri tær.

FAÐIRVÁR
Faðir vár, tú sum ert í himlinum! Heilagt verið navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himli so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir! Amen.

Onnur tíðindi