Sjálvt tann, sum hevur verið veikur og deyðsjúkur, kann
aftur rætta seg og gerast so frískur og sterkur sum aldri áður, um tað er
Harrans vilji. Eisini andaliga ber til at rætta seg eftir eina tíð við
veikleika.
Tey andligu stórmennini, sum verða umrødd í 11. kap. í Hebrearabrævinum, teir
sum við trúgv vunnu sigur á kongaríkjum, byrgdu munnin á leyvum, sløktu
eldsmegi, komust undan svørðseggjum, sjálvt teir høvdu havt sínar veiku løtur.
Eftir sigurin uppi á Karmelsfjalli finna vit profetin Elia veikan og mótfalnan
undir einum einiberjarunni, har hann ynskti seg deyðan.
Soleiðis er kanska eisini gingist tær. Tú vart einaferð andaliga frískur og
kraftafullur; men nú ert tú veikur og mótleysur. Men eisini tú kanst aftur
gerast sterkur, tí um tey gomlu stórmennini stendur skrivað, at teir blivu
sterkir aftan á veikleika, ja, veldigir í stríði og fingu fíggindaherar at
víkja.
Pætur ápostul hevði sínar veiku løtur, ja so veikur var hann langafríggjanátt,
at ein genta fekk hann at falla. Men aftan á játtan, angur og bót gjørdist hann
so sterkur, at hann kundi styrkja brøður sínar, soleiðis sum Jesus hevði sagt.
Paulus takkaði Gudi, sum gjørdi hann so sterkan, at hann orkaði alt í Kristi
Jesusi.
Eisini tú kanst gerast eitt andans stórmenni við at íklæðast kraft frá tí høga.
Undir krossins merki stóðu gamlir menn.
Undir krossins merki standa hetjur enn.
Skulu vit tá svíkja? Nei, vit standa stinn