Spennandi TEMA dagar eru í Meinigheitshúsinum í Havn. Teir eru hesar tíðirnar: kl. 19.30 hóskvøldið, kl.19.30 fríggjakvøldið, leygarmorgunin kl. 10-12, leygarkvøldið kl. 19.30 og sunnukvøldið kl. 17.30!

Spennandi TEMA dagar eru í Meinigheitshúsinum í Havn. Teir eru hesar tíðirnar: kl. 19.30 hóskvøldið, kl.19.30 fríggjakvøldið, leygarmorgunin kl. 10-12, leygarkvøldið kl. 19.30 og sunnukvøldið kl. 17.30!
Eins og undanfarin ár verður jólafest fyri vaksin í Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum millum jól og nýggjár. Í ár verður tað 28. desembur kl. 19.00.
Á skránni verður m.a.:
– Náttverði
– Sangur við Sannu og Jákup Davidsen
– Spurnarkapping
– Søga
– Argjakórið syngur
– Andakt við Bergur D. Joensen
– Vit syngja jólasangir
Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt kvøld!
Gudstænasturnar á Argjum verða soleiðis um jólini:
Jólaaftan kl. 15.00. Prestur: Derhard Jógvansson
Jólaaftan kl. 17.00. Prestur: Bergur D. Joensen
Jóladag kl. 11.00. Prestur: Derhard Jógvansson. Sangbólkurin Tabitha luttekur við sangi.
jóladag kl. 11.00. Prestur: Heri Joensen.
Sunnudagin 18. desembur kl. 11.00 verður barnagudstænasta á Argjum. Hetta er samstundis dagurin, har sunnudagsskúlin hevur sína jólaveitslu, og tí verður hetta ein serstøk gudstænasta.
Prestur verður Derhard Jógvanson, og hann fer at hava gudstænastuna í einum barnavinarligum vinkli.
Sunnudagsskúlabørnini ganga Luciagongd og í tí sambandið verður heitt á øll børnini um at møta í seinasta lagið kl. 10.40 at gera seg kláran.
Kvinnubólkurin Tabitha, sum er mannaður við kvinnum av Argjum, syngur eisini.
Eftir gudstænastuna eru øll vælkomin til ein døgurða. Jólaveitslan heldur á eftir døgurðan við ymsum á skránni til gaman og álvara, og okkurt gott verður heilt víst til børnini at fáa!
Vit gleða okkum til at síggjast fjølment. Hjartaliga vælkomin!
Sunnukvøldið 4. desembur hevur tú góðan møguleika at koma í jólahýrið, um tú ikki longu ert tað. Tá verður adventshugni í KOMA.
Argjakórið luttekur og vit fara at syngja jólasangir saman. Eisini verður okkurt gott afturvið.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Børn, eins og vaksin, brúka nógva tíð á alnótini, men sera lítið av føroyskum tilfari er, og tað er ein stór avbjóðing fyri føroyskt mál og mentan.
Spírar framleiða hágóðsku uppruna føroyskt barnatilfar. Fyrsta røðin av sjey kom út í 2019, og sæðst á YouTube-rásini hjá Spírum og á spirar.fo. Nú verður 2. røðin framleidd og Spírar koma í 2023, at leggja fleiri enn 170 spildurnýggj føroysk innsløg og tíggju nýggjar barnasendingar – ókeypis, tøkar á alnótini til øll føroysk børn.
Spírar eru partur av Føroyska Bíbliufelagnum og aftanfyri standa dugnalig skapandi fólk innan tónleik, mynd, leik, tøkni, námsfrøði, frálæru v.m. Tilfarið er dygdargott, mennandi, trygt, jaligt og vil styrkja føroysk børn í talgilda heiminum.
Stórur partur av framleiðsluni er sjálvboðin, men tað krevur munandi fíggjarligt íkast, um verkætlanin skal røkka á mál. Spírar eru fíggjað privat, men hevur eisini fingið sera góðan stuðul frá Mentamálaráðnum og øðrum gevarum.
Júst nú hevur ein gevari lovað at stuðla Spírum við 185.000 kr, men einans um samsvarandi fígging fæst frá øðrum gevarum, innan ársenda 2022.
Tí hendan áheitan til føroya fólk:
Ynskir tú at stuðla góðum føroyskum barnatilfari? So er møguleiki at gera tað, við flyting til Spírar á konto 6460-5694991 ella set teg í samband við Spírar á Facebook- síðuni ella á spirar@spirar.fo og hoyr nærri.
Vegna Spírar
Sólfríð Maria í Rók, tlf. 263563
Sunnudagin 30. oktobur kl. 11.00 verður barnagudstænasta í Argja kirkju. Bergur D. Joensen verður prestur, og skógvaeskjurnar verða lætnar inn.
Í ár fara skógvaeskjurnar til Ukreina. Meira um tað kann lesast á christmaschild.fo.
Tað ber eisini til at keypa eina skógvaeskju á netinum. Tá letur tú eina upphædd til Samaritan’s Purse, sum er felagsskapurin aftanfyri Operation Christmass Child. Samaritan’s Purse pakkar so eina eskju fyri teg og letur hana sum gávu. Les meira um tað á https://www.christmaschild.fo/tilfar/keyp-online
Sunnudagin 23. oktobur verður familjumøti kl. 12.30. Kristianna Johannesen, Bjarta Á. Arge og Dan Johannesen luttaka við talu og drama.
Sangbólkurin Tabitha luttekur eisini við sangi.
Sunnudagin 16. oktobur verður gudstænasta við altargongd, har m.a. konfirmantar fara til altars. Derhard Jógvansson verður prestur.
Sunnudagsskúli verður undir gudstænastuni
Talvan gongur fyri Simba, sum er sunnudagsskúlaarbeiðið hjá Heimamissiónini.