At geva gevur!

Ert tú glað/ur? Við øllum ognunum, tú hevur um hendið, og huganum um at metta tína sál: Hevur tú frið? Hvílir tú? Ert tú nøgd/ur? Kennir tú teg trygga/n og hugsar, at nú tú hevur so stóra ogn, nýtist tær ikki at óttast fyri levnaðinum?

Les prædikuna her!

Hvussu kanst tú fata Gud?

“Er nakað hægri enn eg? Nakað størri? Nakað máttmiklari enn menniskju? Nakað ævigt? Er nakar Gud til?” Hetta eru spurningar, flest okkara seta okkum frá tíð til aðra. Hetta er eisini eitt evni, sum hevur verið kjakast um í øldir. “Er nakar Gud? Og um nakar Gud er, hvør er hann og hvussu kann eg kenna hann? Vil hann mær nakað?”

Les prædikuna her.

Hvat avdúkar mín levnaður?

Menniskju klandrast. Pør, foreldur og børn, familjur, vinir og starvsfelagar. Klandur er allastaðni: Í heimum, skúlum, arbeiðsplássum… og kirkjum. Hvat avdúkar klandur og ósemja um meg, hini og Jesus?

Les prædikuna her.

Bønin batar

Hevur tú biðið um okkurt ávíst í dagar, vikur, mánaðir, ja kanska ár, uttan at hava fingið nakað svar? Hevur tú nakrantíð hugsað, at eingin Gud man vera til, tí tað tykist, sum um hann ikki hjálpir tær í tínum lívið? Og um hann ikki er til ella ikki svarar, hví so yvirhøvur biðja?

Les prædikuna her.