Um Jesus er nær, er stúranin fjar!

Ert tú nakrantíð bangin? Óivað svarar tú ja til tann spurningin, tí menniskju flest munnu í størri ella minni mun kenna ótta. Vit óttast fyri gerandisdegnum. Vit skulu kanska ígjøgnum okkurt í dag, sum vit hava eina stúran fyri og spyrja: “Man alt fara at ganga væl í dag?” Vit óttast fyri lívinum. Kanska ert tú stúrin fyri, um pínan er ein álvarsligur sjúkdómur. Ella ert tú bangin fyri, um hjúnalagið fer at halda. Kanska óttast tú fyri, um børnini fara at hava tað gott í framtíðini. Vit óttast fyri ævinleikanum. “Hvat kemur eftir hetta lívið? Er nakað eftir hetta, og um tað er, man tað tá verða gott?”

Jesu lærusveinar vóru menniskju sum tú og eg. Teir kendu eisini stúran og hugsaðu, um teir mundu fara at verða atsøktir eins og Jesus. Jesus svaraði teimum játtandi, men legði afturat: “Óttist ikki… Tað, sum eg sigi tykkum í myrkri, tað talið tit í ljósi; og tað, sum verður lýtt tykkum í oyra, tað kunngerið tit uppi á tekjunum”.

Tá ið onkur sigur tær, at hann ella hon er stúrin fyri nøkrum, er tað mest natúrliga svarið: “Ver ikki bangin!” Men hjálpa hesi orðini nakað í veruleikanum? Hjálpa Jesu orð um ikki at óttast nakað í veruleikanum?

1 av 5 persónum verða árliga rakt av angist í USA (Greinin kann lesast her). Á heimasíðuni ChurchLeaders stendur at lesa, at árliga hækkar talið av menniskjum, plágað av angist, við 30 prosentum (Greinin kann lesast her). Í 2008 skrivaði Berlinske, at 16,4 prosent líða av angist í Danmark (Greinin kann lesast her). Her er talan um ein ótta, sum hertekur lívið, friðin, frælsið og gleðina. Hetta er veruleikin hjá fleiri og fleiri av okkum menniskjum. Tað er sannlíkt, at hesi døpru tølini umfata teg ella onkran av tínum kæru.

Tað er sannlíkt at tú ella onkur av tínum kæru líður av angist.

Í juli mánaði 2018 var grein í blaðnum Trúboðin við yvirskriftini. Trúgvandi sova best. Millum annað stóð: Fólk, sum ganga í kirkju og biðja, sova betur enn ikki-trúgvandi. Tað vísir ein kanning, sum er gjørd av University of Texas í San Antonio. Niðurstøðan er, at átrúnaður kann minka sálarligar líðingar, misnýtslu og strongd, sum øll hava samband við ringt svøvnlag.

Átrúnaður kann minka sálarligar líðingar.

Sakin er, at Jesus ikki lat orðini Óttist ikki standa einsamøll. Jesus kom at taka óttan. Okkara ótta, sum hevur sína rót í syndafallinum og harvið deyðanum. Jesus vann við sínari uppreisn á deyðanum og sostatt eisini óttanum! Um Jesus er nær, er stúranin fjar!

“Hvat kann eg so gera?” spyrt tú kanska.

Flyt eyguni frá stúranini á Jesus! Soleiðis skrivaði Pætur, sum var ein av Jesu lærusveinum: Kastið alla [stúran] tykkara á [Jesus]; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum. Jesus kennir tínar umstøður og tína stúran. Hann vil hjálpa tær.

Ímynda tær eitt lív uttan ótta. Ein gerandisdag í friði: Tí Jesus fylgir tær á leið. Eitt lív í gleði: Tí Jesus ber teg ígjøgnum tað. Ein ævinleika í hvíld: Tí Jesus vann tær himmalin. Um Jesus er nær, er stúranin fjar!

Dagliga má eg flyta eyguni á Jesus! Men takk Gud, at eg havi hann at flyta eyguni á!

Derhard Jógvansson

 

VÍSUR LEVNAÐUR SKAPAR TRIVNAÐ

Prædika: Derhard Jógvansson

Mangan miseydnast ymiskt hjá okkum menniskjum. Tað, vit ætlaðu, gjørdist ikki, sum vit vónaðu og tað, vit settu okkum fyri, vísti seg at gerast nakað heilt annað. Í slíkum støðum hava vit fyri at spyrja okkum sjálv: “Hví fyrireikaði eg meg ikki?” ella “Hví gjørdi eg ikki tað neyðuga?” Vit spyrja okkum sjálvan, hví vit ikki gjørdu tær neyðugu fyrireikingar, soleiðis at tað ætlaða kundi gerast, sum vit sóu fram til. Hvussu nógv kenna ikki tað at koma aftur frá innkeypi og síggja, at onkur vøra ikki varð keypt, sum ætlanin var, tá ið farið var frá húsum. “Hví gjørdi eg ikki ein lista?” Ella hvussu lítið fæst burturúr arbeiðinum ein mánamorgun vegna manglandi svøvn. “Hví fór eg ikki fyrr í song?” Ella tá ið læknin sigur, at eg havi fingið ein lívshættisligan sjúkdóm. “Hví livdi eg ikki sunnari?”

Um eg ongantíð fyrireiki meg til tað, sum skal møta mær í lívinum, man eg óivað fara at miseydnast í tí eg vóni skal gerast úrslitið. Og soleiðis liva vit mangan sum menniskju. Kanska kunnu vit kalla tað reaktiónerur levnaður mótvegis visjónerur levnaður. At okkara lív mangan eru gerningar, ið eru svar til tað ófyrireikaða, sum møtir okkum. Hetta førir við sær strongd, stúran og eydnuloysi. Um vit hinvegin týðiliga sóu fyri okkum, hvussu lívið best sá út fyri framman, og vit so gjørdu tað neyðuga sambært tí visjón, mundi úrslitið verið rímiliga nær, um ikki júst tað, vit ynsktu.

Um eg ongantíð fyrireiki meg til tað, sum skal møta mær í lívinum, man eg óivað fara at miseydnast í tí eg vóni skal gerast úrslitið.

Jesu søga um tær tíggju moyggjarnar er ein søga júst um hetta, sum vit øll uppliva í gerandisdegnum. (Her kanst tú lesa meira um tær tíggju moyggjarnar.) Fimm teirra vóru vísar og fyrireikaðu seg til tað, sum kundi møta teimum, meðan hinar fimm vóru tápuligar og komu í neyð vegna manglandi fyrireiking. Lærusetningurin í Jesu orðum kann setast upp sum ein líkning soljóðandi: Visjón+Aktión=Satisfaktión. At síggja framtíðina og gera tað neyðuga gevur eina uppfylling av tí, sum eg vóni.

Visjón+Aktión=Satisfaktión.

Hetta lívið er ein fyrireiking til komandi. So hvør er tín visjón? Hvíld, trivnaður, gleði, friður… himmal? Hvat skalt tú gera fyri at uppfylla hetta? Jú, tú mást elska Gud og menniskju! Men tað megnar tú ikki. Tað megnar ongin okkara! Tess vegna kom Jesus í heimin. Hann hevur eina visjón um eitt samfelag ímillum seg og teg. Hann hevur gjørt tað neyðuga, soleiðis at hetta er ein veruligur møguleiki. Sostatt kanst tú við honum fáa tína visjón uppfylta. Himmalin er vunnin við Jesusi, men lívið skal enn livast.

Sálomon kongur skrivaði: Har eingin er hyggja, dugir sjálvt ágrýtni ikki, og tann, sum bráðføttur er, misstígur seg (Orðtøk Sálomons 19,2). Um eg ikki taki vísar avgerðir um framtíðina, nyttar einki í royndartíðini at arbeiða hart, tí eri eg ófyrireikaður, er einki at gera. Tí kunnu vit við kanadiska prestinum Carey Nieuwhof spyrja: “Hvat kann eg gera í dag fyri at trívast í morgin?”

Ímynda tær eitt lív uttan skuld. Eitt eydnuríkt hjúnalag. Ein heilsusterkan aldurdóm. Himmalin er vunnin við Jesusi, men hvussu skal eg liva í dag, so eg kann trívast í morgin?

Hvat kann eg gera í dag fyri at trívast í morgin?

 

Kirkjan svarar!

Derhard Jógvansson

Tá steig Pætur fram saman við hinum ellivu, hevði upp rødd sína og mælti til teirra: »Tit, Jødar, og allir tit, sum búgva í Jerúsalem, hetta veri tykkum vituligt, og gevið orðum mínum ljóð! 15Tí at ikki eru hesir menn druknir, soleiðis sum tit halda; tí at nú er eisini landsuðurstíð. Áps. 2,14-15

Tað er hvítusunna. Jødar allastaðni frá eru í Jerúsalem. Eitt dun hoyrist. Menn byrja at tala um tann upprisna Jesus á málum, sum teir natúrliga ikki kundu duga. Nakrir áhoyrarar gjørdust bilsnir, meðan aðrir spottaðu. Eftir eina løtu kemur Pætur fram, fyri at tosa einsamallur fyri øllum eina løtu.

Í hesum eru tveir lærusetningar til okkara í dag. Kirkjan boðar. Og kirkjan svarar.

Fyri okkum er lítil ivi um, at boðan gongur fyri seg í kirkjubygningum, salum, samkomuhúsum og heimum. At fleiri menniskju heima og úti boða evangeliið um, at Gud gjørdist menniskja í Jesusi av Nasaret, at hann doyði, men reis upp aftur, og at vit eiga ein ævigan himmal við trúnni á henda Jesus. Hetta er ikki annað enn at ganga í fótasporunum hjá Pæturi, tá ið hann steig fram og boðaði fyri einari mannamúgvu fyri tveytúsund árum síðani, sum var bilsin.

Tað kann væl vera, at vit ikki altíð duga so væl at boða, vegna tað at okkara egna mangan kemur í vegin. Men kjarnan er, at evangeliið er givið Guds kirkju á jørð, sum síðani boðar tað til øll menniskju. Pætur tosaði við øll, sum vóru á staðnum. Kirkjan eigur somuleiðis í dag at boða til øll menniskju.

Ein flokkur av hesum menniskjunum eru spottararnir. Hetta førir okkum til annan lærusetningin, at kirkjan svarar.

Vit lósu um, hvussu Pætur sigur við spottararnar, sum søgdu lærusveinarnar vera fullar: »Ikki eru hesir menn druknir, soleiðis sum tit halda; tí at nú er eisini landsuðurstíð.« Tað vil siga at klokkan var ikki meira enn nýggju um morgunin. Fyri tað fyrsta var tað ósannlíkt fyri fleiri fólk saman at fara á ein drukktúr tíðliga um morgunin mitt í Jerúsalem. Fyri tað næsta endaði føstan ikki fyrr enn í fyrsta lagi klokkan tíggju, sum merkir, at jødar ikki byrjaðu at eta fyrr enn tá hesa hvítusunnuhátíðina.

Hesa uppgávu hevur kirkjan eisini í dag til teirra, sum spotta og avnokta Jesus og tey kristnu. Í kærleika eiga vit at geva svar til øll menniskju. Sjálvur Pætur skrivar um júst hetta í fyrra brævi sínum: »Verið altíð búnir til verju fyri hvørjum manni, sum krevur roknskap av tykkum fyri ta vón, sum er í tykkum, men tó við spakføri og ótta.«

Vit síggja her, at bilsni er ikki nøkur hóttan, men eitt høvi. Somuleiðis er spottan heldur ikki nøkur hóttan fyri Guds kirkju á jørð, men eitt høvi. Gud elskar hvørt menniskja. Eisini spottaran. Kirkjunnar uppgáva er at minnast Guds kærleika til hvørt menniskja og so boða og svara so væl hon kann.

BØN
Heilagi faðir! Stórur er tín kærleiki til okkara.
Takk fyri, at tú hevur givið okkum evangeliið.
Fyrigev okkum, at vit mangan ikki skilja teg.
Hjálp okkum at vera vend móti tær og við kærleika geva víðari tað, sum vit hava fingið.

Faðir vár, tú sum ert í himlinum! Heilagt verið navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himli so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir! Amen.

Ein hending, tvey svør!

Derhard Jógvansson

Hvussu ber tað tá til, at vit, ein og hvør, hoyra teir tala á okkara egna máli, sum vit eru føddir við? Partar og Medar og Elamitar og vit, sum eru búsettir í Mesopotámiu, Júdeu, Kappadókíu, Pontus og Ásiu. í Frýgíu og Pamfýliu, Egyptalandi og Libyubygdunum við Kýrene, og vit Rómverjar, sum her hava setst niður, Jødar og proselýtar; Kretoyingar og Árábar, vit hoyra teir tala á okkara tungum um stórverk Guds?« Men teir gjørdust allir bilsnir og vóru í døpurhuga og søgdu hvør við annan: »Hvat man hetta vera?« Men aðrir spottaðu og søgdu: »Teir eru druknir av søtum víni.« Áps. 2,8-13

Fyri umleið tveytúsund árum síðani hendi nakað serligt í Jerúsalem. Fyri tað fyrsta doyði ein maður, sum nevndist Jesus úr Nasaret. Fyri tað næsta reis hann upp aftur triðja dagin og vísti seg fyri lærusveinunum livandi í fjøruti dagar, áðrenn hann fór heim til faðirin. Fyri tað triðja kom Heilagi andi yvir hesi somu vitnini tíggju dagar eftir at Jesus var farin heim. Hetta var um hvítusunnuna, tá ið jødar vóru vanir at koma til Jerúsalem. Jødar, sum búðu ymsastaðni og tosaðu ymisk mál. Nú eru hesir jødarnir vitni til, at nakrir persónar byrja at tosað teirra egna mál um mannin Jesus úr Nasaret, sum er risin upp frá deyðum. Teir tosa mál, sum teir ikki kundu duga natúrliga. Mál av øllum ymiskum sløgum. Teir tosaðu málini hjá øllum teimum ymisku menniskjunum, sum vóru til staðar í Jerúsalem hesa hvítusunnuna.

Hetta fekk sjálvandi mannamúgvuna til at stúgva seg saman um hesar persónarnar, tí hvat var hetta fyri nakað?

Vit síggja tvær reaktiónir. Fyri tað fyrsta vóru tað tey, sum gjørdust bilsin og vóru í døpurhuga, tá ið tey sóu og hoyrdu hesar persónar tosa um stórverk Guds. Tey høvdu eitt spyrjandi hjarta og sinni: »Hvat man hetta vera?« Tað er sum um vilja tey vita meira. Er tað nakað um hetta, sum menninir siga um Jesus úr Nasaret?

Fyri tað næsta vóru tað tey, sum spottaðu. Tey høvdu eitt dømandi hjarta og sinni. Ein grund kann vera, at fleiri av teimum als ikki skiltu, hvat summir av hesum søgdu. Kanska skiltu tey bara ein teirra, meðan alt hitt var tvætl í teirra oyrum. Og tí mundu hesir vera fullir.

Men rættara grundin er mestan, at tá ið eingin natúrlig frágreiðing var til hesa hending, var lættari fyri fleiri at spotta og døma.

Vit standa øll fyri somu støðu. Vit hava fingið boðini um, at Jesus, sum er guddómligur, doyði, reis upp aftur frá teimum deyðu og er í dag livandi. Hvat siga vit til tað? Hvør er okkara reaktión til hesi tíðindi?

Eru vit sum tey spottandi og dømandi og siga: »Hatta er nakað fjas. Eingin kann rísa upp frá deyðum. Gud er ikki til. Eg havi ikki sæð Jesus. Hasi kristnu eru í ørviti.«

Ella eru vit sum tey bilsnu og siga: »Ná, so Jesus er guddómligur? Hann er Gud og gjørdist menniskja? Hann doyði, men reis upp aftur? Hann livir?«

Fakta er: Boðini um Jesu deyða og uppreisn er okkum givið. Hvussu reagera vit uppá hesi tíðindi?

BØN
Góði Gud! Tú hevur á veldigan hátt gripið inn í okkara lív.
Takk fyri, at tú gavst okkum Jesus!
Fyrigev okkum, at vit so mangan hava torført við at trúgva tær.
Hjálp okkum at hava eitt opið hjarta og sinni fyri tær.

FAÐIRVÁR
Faðir vár, tú sum ert í himlinum! Heilagt verið navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himli so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir! Amen.