TÍTT VIRÐI ER GRUNDAÐ Í GUDI!

Hugsar tú nakrantíð: “Eg eri einki verd/ur”? Hetta kann vera vegna tína fortíð. Tú hevur gjørt okkurt, sum tú ikki átti at hava gjørt, og nú hugsar tú, at títt virði sum menniskja ikki er tað sama. Hetta kann kanska vera vegna tínar umstøður og førleikar. Tú heldur tínar umstøður ikki vera góðar og tínar førleikar ikki hjálpa nøkrum. Tí kanst tú finna uppá at siga: “Eg dugi einki! Eg kann einki! Eg havi einki!”

Sigur tú tað sama um onnur? “Hann/hon er ikki verd/ur mína tíð, orku og ognir!” Kanska sært tú eitt ávíst menniskja og vegna tess svik, persónleika og lívsførslu kemur tú til ta niðurstøðu, at viðkomandi ikki hevur virðið til títt uppmerksemi.

Men hvørjum hvílir virðið í? Hvílir tað í levnaðinum hjá hinum persóninum? Hvílir tað í tær, sum sært? Ella hvílir tað í nøkrum heilt øðrum?

Hvørjum hvílir virðið í?

Vit døma um virði í heilum! Síggja ein bil og hugsa: “Hasin bilurin man kosta 500.000 krónur.” Síggja eini hús og hugsa: “Tey, sum búgva í hasum húsinum munnu eiga nógvan pening, síðani tey hava ráð at búgva so fínt.” Síggja ein persón og hugsa: “Hasin man eiga nógv, síðani hann er soleiðis sum hann er.”

Men man Gud síggja sum vit?

Ein málningur hjá kenda málaranum í farnu øld Pablo Picasso kann hava eitt virði á 600 milliónir krónur. Men hvat er tað við málninginum, sum er so nógv vert? Man tað vera málingin? Løriftið? Ramman? Man tað vera sjálv myndin? Nei, einki av hesum ger málningin so nógv verdan. Virðið er ikki grundað í málninginum, men málaranum! Tað er vegna tað, at Picasso hevur málað, at málningurin er so nógv verdur.

Títt virðið er ikki grundað í tær, men Gudi! Og Gud sær teg fyri tað, tú ert.

Títt virðið er ikki grundað í tær, men Gudi!

Fyri tað fyrsta sær Gud ein falnan heim. Hóast Gud hevur skapt heimin, er hann vegna okkara frælsi ein fallin heimur. Tó er virðið ikki fallið. Jesus segði einaferð, tá ið hann var staddur í Sámaria: “Matur mín er at gera vilja hansara, sum meg sendi, og at fullføra gerning hansara.” Við øðrum orðum var Jesus eitt gjald fyri eitt virði, heimurin frammanundan hevði.

Fyri tað næsta sær Gud eitt hatað fólk. Sámariubúgvar vóru ikki væl dámdir av jødum. Hetta fólkið, sum vegna hertøkuna av Assýrum í 722 fKr., var eitt blandað fólkaslag, var sæð av jødum sum eitt óreint fólk. Men Jesus sá teirra virði fyri tað, tað veruliga var.

Fyri tað triðja sær Gud eina vrakaða kvinnu. Í Sámaria møtti Jesus eina kvinnu, sum vegna sín levnað var vrakað av sínum medmenniskjum. Hon sá lítið á seg sjálva. Men Jesus sá hennara veruliga virði.

Gud sær TEG! Tú ert eisini eitt trupult menniskja í einum falnum heimi. Men tú ert verd/ur Jesu lív, deyða og uppreisn! Títt virðið er ikki grundað í tær, men Gud!

Gud sær teg fyri tað, tú ert.

Hvat sært tú? Hvussu sært tú? Síggj, at títt virðið hvílir í Gudi og liv so í gleði! Síggj síðani títt medmenniskja við Guds eygum!

Ímynda tær eitt lív, har tú ikki altíð skalt arbeiða fyri at halda tínum virði uppi. Men at tú kanst hvíla, tí virðið er og verður altíð óendaligt stórt vegna gerningin hjá einum øðrum. Ímynda tær at tú sást onnur við hesum eygum og onnur teg á sama hátt.

Títt virðið er ikki grundað í tær, men Gudi!

Derhard Jógvansson

EG LIVI Í KALLINUM!

Ímynda tær títt lív eina løtu. Ert tú nøgd/ur við støðuna? Dámar tær væl títt arbeiði og gleðist um tíni viðurskifti við familju, vinir og starvsfelagar? Hevur tú frið og gleði í gerandisdegnum? Ella kennir tú iva, óró og ørkymlan? Spyrt tú teg sjálva/n: “Er hetta tað, eg skal?” “Hvat er meiningin við mínum lívi?”

Vit eru vorðin eitt fólk, sum er merkt av eini sapparamentan. Eins og tá ið sitið verður frammanfyri sjónvarpsskíggjan og skift verður í heilum ímillum ymisku rásirnar, skifta vit ímillum nærum alt annað í lívinum. Epinion gjørdi í 2018 eina kanning, sum vísti, at 1 av 3 løntakarum í Danmark skifta starv árliga. Tú skalt í dag leita longri og longri eftir einum persóni, sum hátíðarheldur 30 ára starvsdag. Men hví er støðan soleiðis? Á heimasíðuni hjá Jobindex sæst, hví øll hesi menniskjuni skifta arbeiði so títt. 31 prosent siga seg skifta starv, tí innihaldið av núverandi starvið ikki er nøktandi teirra ynski. 26 prosent siga grundina vera leiðslan. 18 prosent skifta vegna ov lága løn. Frá hesum tølum kann sigast, at 3 av 4 persónum skifta árliga starv, tí tað ikki kennist rætt fyri ein sjálvan. Tað er vert at spyrja okkum sjálv, um grundin til eitt skifti er sjálvsøkni og leitan. At vit ikki kenna okkara kall í lívinum og skifta bara til tað næsta í leitanini eftir sannleika og meining.

Einaferð spurdi ein lógkønur Jesus, hvat tað størsta boðið í lógini var. Altso, um alt kann kókast niður í ein setning, hvat vil Gud so við mær sum menniskja? Jesus svaraði: “Tú skalt elska Harran, Gud tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum… og tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!” Trupulleikin er, at fleiri okkara ikki vita hetta og hóast vit vita hetta, ikki megna at liva eftir tí. Tess vegna kenna vit iva, óró, ørkymlan, ónøgd, meðan vit leita.

Men júst hetta hevur Jesus loyst fyri okkum, við tað at hann gjørdist menniskja og útinti sítt kall til fulnar við at liva, doyggja og rísa upp aftur frá teimum deyðu. Við hesum gerningi eiga vit ein himmal, har eingin ivi ella leitan er.

“Hví gert tú tað, onnur kunnu gera, men ikki tað, bara tú kanst?”, spyr rithøvundurin Bruce Bugbee. Jesus gjørdi tað, bara hann kundi. Men Gud hevur skapt teg til at vera tú. Men vit hava tað fyri at gera alt møguligt annað, enn júst tað, vit eru kallað til. Sakin er, bara eg kann vera maður konu mína. Bara eg kann vera faðir børn míni. Bara eg kann útinna starv mítt. Hetta er mítt kall. Og Gud hevur givið mær umstøður, amboð og førleikar at liva í hesum kalli.

Hví gert tú tað, onnur kunnu gera, men ikki tað, bara tú kanst?

Ímynda tær títt lív eina løtu. Hvat um tú kundi sagt: “Tað er einki, eg heldur vil gera enn tað eg eri í!” “Einki gevur betri meining enn júst hetta!” Hvat nú, um hetta kann gerast veruleiki við at síggja núverandi støðu og verða verandi í henni?

Derhard Jógvansson

EG GLEÐIST Í HVÍLDINI!

Leingist tú eftir hvíld? Kennir tú møði, ónøgdsemi, ørkymlan og strongd? At vera í gongd við høgari ferð í longri tíð og vilja fáa frí og frið? Eru vikuskiftini hæddarpunktið í lívinum, samstundis sum tú mestsum hatar mánadagar, tí tá er ein long arbeiðsvika ímillum frítíðina og teg? Nú kann tað eisini vera, at tú gleðist um at tað er mánadagur, tí vikuskiftini eisini eru so strævin. Kanska spyrt tú teg sjálvan: “Er hetta alt, lívið hevur at bjóða? Er hetta meiningin? At vera ónøgdur um arbeiði og liva frá frítíð til frítíð?”

Vit liva í eini tíð í heimssøguni, har vit hava fingið møguleikan til at hava meira frí. Fakfeløgini byrjaðu fyrst í 20. øld at stríðast fyri at innføra styttri arbeiðsviku. Í 1960’unum varð vikuliga arbeiðstíðin sett niður frá 48 tímum til 45. Í 1970’unum lækkaði tímatalið niður í 40 tímar frá mánadegi til fríggjadag, samstundis sum skúlabørn nú ikki skuldi í skúla leygardagar. Eingin okkara man vera ónøgdur um hesa gávu, forfedrar okkara vunnu okkum. Men arbeiða vit minni í veruleikanum, hóast vit hava fingið loyvi at halda meira frí? Tað vísir seg nevniliga tvørturímóti at vera so, at vit arbeiða meira og uttan avbrot. Arbeiðið fylgir okkum, har vit eru, tí vit eru altíð tøk og kunnu gera okkurt við teimum tólum, vit hava um hendi. Við meiri frítíð eru vit vorðin eitt fólk við strongd, tí vit duga kortini ikki veruliga at hvíla. Og henda manglandi hvíldin hjálpir ikki til nakað betri úrslit. Tað er ein sannroynd hjá fleiri okkara, at meira arbeiði í veruleikan gevur verri úrslit. Vit gera feilir, gerast sjúk, ónøgd og strongd.

Sannroynd hjá fleiri: Meira arbeiði gevur verri úrslit.

Av teimum tíggju boðunum eru tað bert tvey, sum ikki byrja við: Tú mást ikki. Annað teirra er boðið um at halda hvíludagin, har tað stendur: Minst til at halda hvíludagin heilagan. Minst til. Tað er sum um at vit halda, at tað ikki er so neyðugt at hvíla og kunnu vit tí mangan gloyma veruliga at hvíla. Man tað vera grundin til orðingina: Minst til?

Í skapanarsøguni lesa vit um, hvussu Gud skapaði alheimin og hvíldi sjeynda dagin. Og soleiðis liva vit mangan: Arbeiða í seks dagar, tí leygardagurin verður mangan nýttur til okkurt arbeiði, um ikki lønt, og so skal tað eitast at vit hvíla sunnudagin, hóast hann mangan eisini gerst ein strævin dagur fyri fleiri. Vit royna at hvíla frá arbeiði. Men legg til merkis, hvat Gud skapaði sætta dagin: Menniskjað. Tað vil siga, at fyrsta heila dagin, menniskjað livdi, var hvíludagin. Eiga vit at arbeiða frá hvíldini heldur enn at hvíla frá arbeiðinum? At raðfesta hvíldina fyrst og síðani arbeiðið?

Arbeið frá hvíldini heldur enn hvíl frá arbeiðinum!

Tað er í hvíldini at eg síggi allar Guds gávur. At eg kann gleðast og undrast um alt tað góða í lívinum. Hvíldin peikar mær á Jesus og hansara arbeiði fyri meg við krossarverkinum, so eg eigi eina æviga hvíld, ið gevur mær eina djypri hvíld í hesum lívi.

Dugi eg at hvíla, gleðist eg um arbeiðið! Tess vegna má eg raðfesta hvíldina áðrenn arbeiðið!

Dugi eg at hvíla, gleðist eg um arbeiðið!

Derhard Jógvansson

 

EG HOYRI Í KVIRRUNI!

Leingist tú viðhvørt eftir kvirru? Eftir at hava verið í larmi eina løtu at kenna stilli og frið? Fleiri okkara kenna til larm í lívinum. Larmurin kann vera um teg, til dømis tá ið tú ert til ein føðingardag, har nógv fólk eru. Øll hesi menniskjuni, sum tosa saman, meðan tónleikur hoyrist í bakgrundini, kunnu tykjast sum larmur í tínum oyrum. Larmurin kann vera við teg, tí mangan tykjast útvarp, sjónvarp, telda, snildfon og onnur hent tól at gerast larmur, hóast ikki alt hetta hevur nakað ljóð. Larmurin kann eisini vera í tær, tí hvussu mangan hevur tú ikki roynt at fáa ró í sinnið, tá ið tú skal finna frið. Røddir og tankar flúgva runt í huganum leingi eftir, at tað er kvirt.

Í øllum larminum um, við og í okkum er tað ikki undarligt, at vit hava torført við at hugsavna okkum um tað, vit fegin vilja fáa frá hondini. Ikki undarligt, at vit kunnu kenna ónøgd og ørkymlan um lívið og hvat meiningin er við tí.

Lærdi háskúlin í Kalifornia kunngjørdi í 2013 eina kanning, sum vísti, at tað tekur í miðal 25 minuttir at venda aftur til upprunaligu uppgávuna eftir eitt avbrot (Tú kanst lesa meira um kanningina her). Ert tú í holt við eina uppgávu, men verður avbrotin av einum boðum á telefonini, tekur tað umleið 25 minuttir, áðrenn tú ert í gongd við upprunaligu uppgávuni við somu hugsavnan. Avbrot, sum mangan er larmur, ger okkum minni effektiv, meiri ónøgd og strongd.

Vil eg hoyra, má eg sløkkja larmin!

Í Sálmunum stendur skrivað: “[Verið still] og sannið, at eg eri Gud!”

Vil eg finna gleði, frið og meining, nyttar mítt egna stríð og strev ikki meiri enn til eitt vist. Gud sigur mær, at eg fyrst eigi at vera stillur og leggja alt frá mær og harvið sanna, at Harrin er Gud. Hann, sum hevur gjørt alt, vil mær tað besta og gevur mær meining.

Men kvirra er torført fyri nútímans menniskjað. Ein kanning varð gjørd í 2012, sum vísti, at áhaldandi atgongdin til bakgrundsmiðlar hevur skapað eitt fólk, sum óttast kvirru (Tú kanst lesa meira um kanningina her).

Einaferð fór Jesus tíðliga um morgunin upp og gekk út og burtur á ein oyðistað fyri at biðja. Pætur og aðrir skundaðu sær eftir honum og søgdu, tá ið teir funnu hann: “Øll leita eftir tær!” Sum fyri at siga: “Hvat billar tær inn at krógva teg, tá ið tú kanst hjálpa so nógvum menniskjum úr teirra neyð?” Tá svaraði Jesus: “Latum okkum fara burtur aðrar staðir. (Tú kanst lesa meira um hendingina her)” Ja, Jesus visti, at menniskju vóru í neyð. Hann visti eisini, at hann kundi hjálpa teimum. Men kortini segði hann, at nú skuldu teir fara aðrar staðir, tí eisini har vóru fólk í neyð, sum høvdu tørv á Jesu hjálp. Jesus visti, hvat hann skuldi, tí hann dugdi at vera í kvirru.

Eg hoyri í kvirruni! Men at vera í kvirru er nakað, eg má læra og raðfesta. At sløkkja allan larm til dømis 5 minuttir um dagin, ein tíma um vikuna, ein dag um mánaðin, eina viku um árið.

Hvat manst tú fara at hoyra í kvirruni?

Derhard Jógvansson

×