Náða meg, Gud!

Náða meg, Gud, fyri miskunn tína, fyri tína stóru várkunn strika út misgerðir mínar. Sálmur 51,3.
Henda sálmin hava stórir mannaskarar gjørt til bøn sína. Hann er sum ein tempultrappa, sum óteljandi føtur hava stigið á. Tað hevur bara verið eitt menniskja, sum ikki kundi nýta hana, hann, sum ikki gjørdi synd, og svik vórðu ikki funnin í munni hansara.
Hin heilagi Augustin hevði skrivað hesi orðini úr sálminum á veggin, har hann andaðist, so hann altíð kundi síggja tey og ogna sær tey djúpari. Kanska verður sálmurin okkum kærari, eldri vit gerast.
Synd er ein blettur, eitt klór, í lívsins bók, sum sálmaskaldið biður um at fáa burtur: strika út misgerðir mínar. Sum gomul handrit mangan eru útklórað, fyri at onnur skrift kundu verða sett afturat á bløðini, soleiðis er okkara ungdóms sakloysi vorðið dálkað av syndum, sum vit seinni gera. Náða meg, Gud, strika út misgerðir mínar!
Synd er óreinska á hinum hvíta klædninginum. Tí biður sálmaskaldið: “Tváa meg væl, so eg sleppi frá misgerðunum.” Bara ein vegur gongur inn í hitt nýggja Jerúsalem: at tváa kyrtil sín reinan í lambsins blóði og gera hann hvítan.
Synd er spitalska sjúka. Tí biður sálmaskaldið: “Reinsa meg frá míni synd, reinsa meg við ísoppi.” Tá ið hin spitalski rópaði á Jesus: “Um tú vilt, so kanst tú reinsa meg,” nam hann við hann, og hann gjørdist reinur.
Tað er hitt dagliga sambandið við Jesus, sum reinsar okkum. Latum okkum ærliga játta syndir okkara fyri Harranum og lata hann nema við tær, tá reinsar hann okkum: “Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu reinsar okkum frá allari synd.” (1.Jóh. 1,7)
t. týddi.

Gakk djarvur inn í nýggja árið!

“Verið reystir og hugdjarvir og óttist ikki…” 5. Mós. 31,6

Um vit ikki eru djørv, liva vit ikki, vit fjala okkum! Tað er dirvi, sum flytur okkum frameftir; tað er tann megin, sum fær trúgv tína at virka. Trúgvin einsamøll er bara ein ávís mongd av áliti; men tað er dirvi, sum setur álitið í gongd.
Lovaða Landið hevur trupulleikar í risastødd, og tú skalt líta inn í eyguni á teimum og vinna á teimum, áðrenn tú fært gingið inn og sett búgv. Tað eru fýra ting, sum tú skalt geva tær far um í 5. Mósebók, kapittul 7, har Gud talaði við ísraelsmenn og bað teir ognartaka Lovaða Landið:

1) Harrin Gud tykkara er við tykkum…og hann er ein máttmikil Gud.
2) Gud tín er størri enn ein og hvør mótstøða, sum tú nakrantíð kanst koma at standa andlit til andlits við.
3) Tá ið tit ganga fram í fylking, fer hann at geva tykkum sigur á teimum (vers 22). Gud skal ganga undan tær. Hann fer at gera tað fyri teg, sum tú ikki sjálvur kanst gera; men tú ert noyddur til sjálvur at møta upp til stríðið.
4) “…ikki í bræði, men so líðandi…” (vers 22)

Annaðhvørt talan er um at leggja undir seg Lovaða Landið ella at vinna á okkara lyndisbrekum, so megna vit tað ikki í einum taki, og tí arbeiðir Gud upp á okkum á einum umráði fyri og øðrum eftir. Lívið er ikki ein stórur bardagi, har vit enda í einari sigursskrúðgongu. Nei, tað eru nógvir smáir dagligir sigrar, sum eru neyðugir fyri at berja teir niður, sum eru fíggindar av tínum andaliga vøkstri. Fýra og tjúgu kapitlar seinni talar Gud framvegis við Ísrael og biður teir vera reystar og hugdjarvar. (5. Mós. 32,6) Tað kemst av tí, at dirvi er sum ilt, súrevni, tí uttan tað kanst tú ikki koma frá tí við lívinum. Dirvi er ikki tað sama sum, at eingin ótti er har. Dirvi er at vinna á óttanum. Dirvi er at fara til verka, meðan tú ert bangin – líka til tú ikki longur ert bangin. Tað merkir, at tú piprast á vegnum yvir til álit og treysti. Gud lovaði at fara við teimum og ganga undan teimum. Hvørjum er tað, Gud fylgist við og samstarvar við? Hvørjum er tað, hann gongur undan og hjálpir? Teimum djørvu!

”… et Ord til Dagen” Effie Campbell umsetti.

Fyri pening kann ein fáa alt!

Ja, soleiðis siga mong: „Fyri pening kann ein fáa alt“. Nei, tað kann ein so sanniliga ikki. Tú kanst keypa mat, men ikki matarlist. Tú kanst keypa tær dýra song, men ikki svøvn. Tú kanst keypa heilivág, men ikki heilsu. Tú kanst keypa vinir, men ikki vinalag. Tú kanst keypa grá hár, men ikki æru og virðing. Tú kanst keypa tær góðar dagar í friði á eini baðistrond, men ikki ein frið, sum av sonnum hevur nakran týdning. Skalið kanst tú keyp fyri pening, men ikki kjarnuna. Ein fleirmiljóningur átti son, sum lá fyri deyðanum. Ein dagin segði hann við læknan: „Eg gevi tær 100 dollarar fyri hvønn tíma, tú kanst leingja soni mínum lívið.“ Læknin hugdi upp á hann við sorgblíðum brosi og segði: „Harri mín, nú eru vit komin hagar, sum dollarar ikki longur hava nakran týdning.“ Jú, víst kann nógv keypast fyri pening. Men veruligu lívsvirðini, tey, ið hava týdning líka inn í ævinleikan, tey kunnu ikki keypast fyri pening. Her er eingin munur á ríkum og fátækum. Tí hesi virði fáast ikki fyri pening. Tað dýrabarasta, ið fáast kann her í lívinum, er tað, ein syndari fær, ið hevur fatað syndanna fyrigeving og tikið ímóti henni. Hetta kann ikki metast í peningi. Eydna er at hava funnið útav, at henda syndanna fyrigeving kostar einki, men bert er at taka ímóti, annaðhvørt ein er ríkur ella fátækur. Gud havi lov fyri tað – so kann eg eisini vera við! A.J

Hetta broytti mítt bønarlív!

Er tað nakað, sum ein pastorur ella prestur veit, so er tað, at bøn er týdningarmikil. Eg visti tað, og tí bað eg. Ikki so nógv av tí at eg vildi, men mest av tí at eg visti, at eg átti. Men nú er øðrvísi. Nú eru mínar dagligu løtur við bøn og Bíbliu vorðnar mínar dýrastu løtur, og eg hugsaði mær at luta við tær, hvat ið hendi, fyri kanska at kunna hjálpa tær. Eg hevði skift út tørvin á Gudi við okkurt annað í mínum lívi. Millum annað hjálpti nakað mær, sum C. S. Lewis hevur sagt: „Søga menniskjans er ein long andstyggilig frásøgn um, hvussu vit royna at finna eydnuna í onkrum øðrum enn í Gudi.“ Sum menniskju royna vit at gerast eydnusom. Gud hevur skapt okkum soleiðis, so einki skeivt er í tí; men ætlan hansara var, at hann skuldi vera okkara kelda. Tí gerst tað skeivt, tá ið vit fara at gera okkum tengd at gávunum í staðin fyri gevaranum. Tá ið vit skifta Gud út við okkurt annað, fáa vit tað, sum Bíblian kallar avgudar. Tað var tað, eg sá. At eg hevði avgudar í lívi mínum, og teir liggja enn og lúra. Ein avgudur er okkurt, sum fyribils fyllir tann tørvin, sum bara Gud kann nøkta. Vit hugsa, at avgudar eru í Afrika og India, og tað eru teir; men eg havi verið har, og eg ivist onga løtu í, at talið á avgudum er mangar ferðir størri í Vesturheiminum enn í triðja heiminum. Her tykist tað, sum tað eru fleiri hundrað ting, sum vit fyrst skulu royna, at vita um tey gera okkum eydnusom, áðrenn vit royna Gud. Eg plagi at siga, at okkara avgudar eita: Eg vil hava viðurkenning. Eg vil hava framgongd. Eg vil vera væl umtóktur. Eg vil avrika. Eg vil vera í miðdeplinum. Og listin kundi verið nógv longri av tingum, sum vit heldur taka enn Gud, fyri at gerast eydnusom. Eg hevði skift Gud um við tørvin fyri at hava framgongd í kristnari tænastu! Sjálvt ein kristin tænasta kann gerast eitt endurgjald fyri felagsskapin við Kristus! Eg merkti tað, tí eg kendi meg nøgdan, tá ið alt gekk væl, og argan og smásáran, tá ið illa gekst. Synd er í veruleikanum einki annað enn at líta á seg sjálvan staðin fyri at líta á Gud. Jesus segði: „Syndin er, at teir ikki trúgva á meg.“ (Jóh. 16,9) Tað var mín trupulleiki. Eg hevði roynt at fingið í lag mína egnu lukku, uttan Gud sum mína fyrstu keldu. Tá ið eg skilti tað, vendi eg um og játtaði synd mína. Bíblian sigur, at Gud býr hjá teimum, sum hava eitt sundurbrotið hjarta (Sálm. 34,19), og eg kendi, at hann var nær á ein nýggjan hátt. Bøn er felagsskapur við Gud. Nú er hann vorðin mín kelda, og tí loysi eg trupulleikarnar á ein nýggjan hátt.

Effie Campbell umsetti.

Kristinlívið við íblástri frá einum barni

Jútta Reynslág

Tá man hoyrir ymiskar talarar og prædikufólk greiða frá, hoyrir man ferð eftir ferð, at tey fortelja frá sínum børnum, og tað skilir man væl. Børn eru ótrúligir vitnisburðir fyri okkum.

Tá eitt barn verður føtt, er tað so lítið og hjálparsleyst. Tey kunnu satt at siga einki annað enn at eta, sova og sleppa sær av við matin aftur. Tað er tað! Men í grundini er hetta nóg mikið til at liva ella yvirliva. Tó hevði hetta verið eitt sera trist lív.

Tíbetur hava børn tey fantastiku evnini at vera forvitin. Tey hyggja eftir menniskjum rundanum tey, sum ganga runt og ikki eru nøgd við bara at sova, eta og pissa. Nei, tað gongur ikki leingi til barnið byrjar at flyta seg runt, grulva, ganga, renna og hoppa. Soleiðis fáa tey møguleika at uppliva heimin á ein heilt nýggjan og øðrvísi hátt.

Hetta krevur venjing, og tey mugu royna seg fleiri ferðir – eg ímyndi mær, at tey onkuntíð mugu undra seg og ikki heilt skilja, hvussu vit vaksnu gera.

Vegurin frá nýføðingi til barn er uppá ein máta íblástur til kristinlívið. Tá eg tók móti Jesusi vóru tey neyðugu viðurskiftini í lagi – eg trúi, at Jesus doyði fyri mínar syndir og tí kundi eg verða frelst.

Men tað hevði verið synd fyri børn, um tey steðgaðu við tað neyðuga og ikki kannaðu og granskaðu heimin. Eg hevði eisini mist nógv, um eg bara steðgaði har við mínum kristinlívi.

Kristna trúgvin rúmar meira enn bert tað grundleggjandi; tað rúmar eina heila verð og eitt fantastiskt lív. Lat okkum ikki bara vera nøgd, men fáa alt burturúr. Og hvussu gera vit so tað?

Jú, vit at lesa í okkara Bíbliu, biðja og tosa saman um Guð og Jesus. Tað liggur ein ófatiligur dýrgripur goymdur í tí. Bæði eitt spennandi og útfordrandi lív saman við Jesusi.

Tá man gjøgnum tað kemur til at liva eitt lív í relatión til Jesus, sær man, at tað er ein meining við lívinum, og tað er ein meining við mær. Guð ynskir at brúka meg, har eg eri. Men Hann ynskir ikki bara at brúka teg sum eitt arbeiðsreiðskap. Tú fert eisini at kenna hansara stóra kærleika og síggja, at tú ert dýrabarur í Guðs eygum, og at hann hevur lagt eina rúgvu av góðum gerningum til rættis fyri júst teg at ganga í.

Persónliga havi eg havt nógv góð og rík upplivilsi við at lesa í Bíbliuni, bøn og felagsskapi og vildi ikki verið tað fyri uttan. Og kristni felagsskapurin er so nógv annað og meira enn Orð og Bøn, tað er eisini at hava tað stuttligt og hugnaligt saman. Vit skulu duga at vera saman í øðrum samanhangi, har vit gera onnur meira gerandislig ting. Hetta er bara við til at styrkja okkara felagskap, og vit koma at kenna hvønn annan á ein heilt øðrvísi hátt. Tá fáa vit fult útbýti av hvør øðrum og tí, sum ger okkum til tey, vit eru.

Eg merki púra greitt tey tíðarskeiðini, har mítt kristinlív hevur virkað best við yvirskoti og gleði. Tað er tá Guðs Orð og samskifti við Hann hevur verið fastur partur av mínum gerandisdegi. Og samskifti og upplivingar við onnur kristin hava fylt mítt lív.

So lat okkum gera sum børnini rundan um okkum. Læra av teimum og fara út at kanna okkara verð og lív sum kristin við øllum tí ríkidømi eitt guðsbarnalív kann hava.

Umsett og lagt afturat frá Jakob Kristensen, 26. okt. 2012

Gal 6, 9-10

Jütta Reynslág

Í Guds ferðalagi

Jógvan Reynslág

Er Gud við okkum, hvør er tá ímóti okkum? Róm.8,31

Tað er Paulus, sum sigur hesi orðini í brævi til tey kristnu í Rom, eftir at hann í kapitlinum frammanundan hevur talað um Guds undurfullu náði í Kristi Jesusi. Paulus eins og ger upp úrslitið og leggur dent á, at er Gud við okkum, kann ongin gera okkum nakað.Gaman í eru nógvir fíggindar og mong, sum standa ímóti okkum;men er Gud við okkum, tá skal hann vinna og sigra.

Hetta er eitt vælsignað orð, og hvussu troystarríkt er tað ikki, at kunna bera tað fram á vørrum okkara; men eru vit før fyri hesum? Tora vit veruliga at trúgva og hvíla í, at Gud er við okkum?

Av natúru eru vit vreiðinnar børn og als ikki við Gudi, men ímóti Gudi. Soleiðis standa mong fyri ásjón Guds og faðir Jesu Krists. Tað eru ikki bara øll, sum opinlýst avnokta Gud og forfylgja honum og soleiðis vísa, at tey eru ímóti Gudi. Tað eru eisini mong hampilig og rættskaffn menniskju, sum – tó at tey eru heiðurlig – kortini hava Gud ímóti sær, tí at hjarta teirra er kalt og brýggjar seg ikki um frelsuna í Jesusi Kristi.

Hvussu fært tú tá Gud við tær? Á tann hátt, at tú heldur við honum. Tú mást av fullum hjarta kvitta við hitt gamla lívið í synd og øll tey, sum standa ímóti Gudi, og tú skalt venda tær til hansara, sum ikki spardi son sín, men gav hann fyri okkara skyld – eisini tína. Tú mást ongantíð bíða, at tú megnar at fáa Gud at venda um ella at halda við tær. Nei, tú mást venda um, um tú skalt fáa Gud at halda við tær.

Tað kann gerast ógvuliga torført at bretta hitt gamla av sær, og tað tykist mangan, eins og nógv feiri eru ímóti Gudi enn við Gudi; men fast sum í berginum stendur, at bara tey, sum hava Gud við sær, skulu fáa lut í hinum endaliga sigrinum, verða fríkend fyri Guds dómstóli fyri Jesu Krists skyld og fáa eitt ævigt lív.

Sunnudagsskúlablaðið

×