Argjalegan 2018

Deil

So fer at nærkast, at Arjgalegan verður. Nú er møguleiki at melda seg til leguna.
Argjalegan verður í Nesvík 9.-11. mars.
Nógv ymiskt verður á skránni, men nevnast kann, at fyrilestrar, spøl, undirhald og annað er.
Jógvan Fríðriksson fer at tosa um relatiónir og samskifti, og Steinbjørn Olsen fer at tosa um strongd.
Tað skal vera hugnaligt fyri bæði børn og vaksin. Tað verða spøl og undirhald, umframt kappingar á skránni. Góður møguleiki er at fáa eitt gott prát við onnur bygdafólk.

Prísurin fyri leguna eru hesir:
Vaksin: 600kr
Børn undir 2-14 ár: 300kr.
Familja: 1200kr.

Tilmelding á argjalegan@koma.fo
Seinasta freist at melda til er 23. februar.

Við vón um góða undirtøku!

Onnur tíðindi