Kórið venur hvørt týskvøld kl. 20.00
Kórarbeiðið er nokk tað elsta arbeiðið, sum er stápla upp á beinini. Mong eru, sum hava verið við í kóri meginpartin av teirra lívi.
Kórmentaliteturin hevur altíð veri høgt í metum innan missiónsrørslurnar. Tí hetta verður og varð mett sum ein stórur evangeliserandi partur av missiónsarbeiðinum. Hetta er eisini ein tíðningarmikil partur av at vekja og verja tey sum vóru við í kórinum og ikki minst tey sum lurtaðu.
Í Argjakórinum eru um. 27 sangarar, og kórið er leitt av Rúna Hentze.
Sangstílurin er traditionellur og streingjakórsangur.
Samanhaldið er sera gott og aldurin er eingin foring. Her eru bæði yngri og eldri sangarar við.
Eitt kór hevur ongantíð nokk av luttakarum. So verð hjartaliga vælkomin at stemma í saman við okkum.
Tú ert vælkomin at ringja til Rúna á tel 21 23 43.
Ynskir tú at kórið skal koma at luttaka í tínari samkomu ella kirkju, so er bert at seta teg í samband við kórleiðaran.