Skógvaeskjurnar blivu samlaðar inn á Argjum 28. oktobur. Hesaferð blivu 19 skógvaeskjur lætnar og tað takkað vit hjartaliga fyri! Tilsamans komu 4064 skógvaeskjur inn í ár í Føroyum. Tær verða nú sendar til Onglands og síðani víðari til Rumenia.
Tað er gleðiligt, at børn og foreldur, ung og gomul, hava sett tíð av til at lata eina gávu, sum heilt sikkurt verður til stóra gleði hjá tí barni, sum fær gávuna.
Vit biðja um, at Guð vil signað hvørt barn, sum fær eina gávu og samstundis fær møguleikan at hoyra um Jesus, tað størstu gávuna, sum givin er!
