GER TAÐ, TÚ VEITST ER RÆTT!

Deil

Hoyr prædikuna her

Tá ið eg var um átta-níggju ára gamal, fór eg við skúlaflokkinum at svimja í Tofta skúla. Hetta var fyrstu ferð, eg fór at svimja. Eg var sera spentur, kom inn í høllina og hugdi meg eitt sindur um. Fleiri vóru í hylinum, so eg fór út til miðjan hylin og leyp útí. Men eg dugdi ikki at svimja. Eg tveitti við ørmunum, meðan vatnið spruttaði umkring, men sakk bara spakuliga meira og meira niðurí. Eg var í neyð. Brádliga varð ein staður rættur mær. Eg tók í hann og var drigin upp aftur. Eg varð bjargaður úr hesi støðu og helt so fram við at vera í hylinum, men nú í tí endanum, har føturnar rukku niður á botn. Áðrenn eg leyp í hylin hevði eg kunnleika um, hvussu ein svimur. Hvussu ringt kundi tað nú vera, tí tað sá so lætt út hjá teimum, sum dugdu. Jú, eg visti í teori, hvussu gerast skuldi, men gjørdi ikki í verki tað, eg visti.

At hava kunnleika um nakað, merkir ikki, at vit tess vegna gera eftir hesum kunnleika. Hugsa um títt egna lív eina løtu. Hvussu nógv hevur tú ikki kunnleika um, men ikki gert eftir kortini? Tú kanst hava kunnleika um, at tú fært yvirskot á kontuni, um tú brúkar minni enn tú tjenar. Tað er so einfalt. Tú skalt bara lata vera við at keypa tað, tú ikki hevur ráð til. Tú sært, hvussu nógv tú tjenar og brúkar eitt sindur minni enn tað. So verður yvirskot. Hetta er kunnleiki. Men gert tú eftir hesum?

At hava kunnleika um nakað, merkir ikki, at vit gera eftir hesum kunnleika.

Á sama hátt kanst tú hava kunnleika um, at tú tapir teg, um tú eftir minni enn tú brennir. Einfalt, ikki so? Í øllum førum er hetta einfalt í teori, men tað vísir seg ikki at vera so einfalt í verki. Vit hava kunnleika um so nógv ymiskt, men liva samstundis lívið ikki sambært kunnleikanum, men ímóti honum. Undarligt.

Ein dagin kom ein lógkønur til Jesus við spurninginum: “Hvat eigi eg at gera, fyri at arva ævigt lív?” Hetta var ein góður spurningur, sum flestu av Jesu áhoyrarum høvdu. Ja, hetta er ein spurningur, sum flest menniskju í dag eisini munnu hava. Jesus spurdi henda lógkøna, hvat lógin segði um júst henda spurningin. Tann lógkøni kendi væl svarið: “Tú skalt elska Harran, Gud tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum alvi tínum og av øllum huga tínum og næsta tín sum sjálvan teg.” Hetta var tað rætta svarið og segði Jesus tí, at hann skuldi bara gera eftir tí, sum hann longu visti. Men tann lógkøni var ikki nøgdur við hetta og spurdi: “Hvør er tá næsti mín?” Tá segði Jesus honum og hinum frá søguni um hin miskunnsama Sámáriubúgvan. Ein maður var í neyð, eftir at hava verið bukaður av. Presturin og Leviturin vóru lógkønir menn, sum vistu, hvat tað rætta var at gera. Kortini gjørdu teir ikki eftir tí, teir vistu. Sámáriubúgvin hinvegin, sum neyvan var nakar lógkønur maður í eygunum á prestinum, Levitinum og tí lógkøna við Jesu lið, hjálpti tí neyðstadda. Hann gjørdi tað, lógin kravdi, meðan hinir, sum høvdu so nógvan kunnleika um rætt og skeivt, ikki gjørdi tað rætta. Kunnleikin eina hjálpir nevniliga ongum!

Kunnleikin eina hjálpir ongum!

Trupulleikin er tann, at vit hava nógvan kunnleika, men gera ikki eftir honum. Bæði tá ið tað snýr seg um okkum sjálv, okkara medmenniskju og okkara viðurskifti við Gud. Vit kunnu vita, hvat tað rætta er, men hava so torført við at gera tað rætta.

Men soleiðis er Jesus ikki. Hann ger eftir tí, sum hann veit er rætt. Hann kennir tína støðu og sær tín tørv og tína neyð. Sum miskunnsami Sámáriubúgvin ofraði hann seg sjálvan, soleiðis at tú skuldi verða bjargað/ur úr tíni neyð.

Tá ið staðurin varð rættur mær í svimjihylinum, spurdi eg ikki eftir, hvør rætti mær hann. Tað var líka mikið, hvør rætti mær stavin. Sakin var, at ein staður var rættur mær í løtuni, eg var í neyð. Eg tók í stavin uttan at hugsa um persónin aftanfyri. Menniskjað í neyð spyr ikki eftir, hvør hjálparin er. Hvussu hann sær út. Hvat hann heldur. Hvussu hann livir. Hvat hann ger. Frælsið at spyrja, hugsa og velja hevur ikki tann neyðstaddi, men tann, sum sær tann neyðstadda. Tí er tað óhugnaligt at vita, at eg við mínum kunnleika at gera væl mangan velji ikki at gera tað kortini. Kunnleikin eina hjálpir ongum! Eg eigi at elska medmenniskjað, sum Jesus ger! Tað er ikki bert í huga, men í verki.

Tað er óhugnaligt at vita, at eg við mínum kunnleika at gera væl mangan velji ikki at gera tað kortini.

Tú ert ikki góð/ur, tí at tú gert tað góða. Tú gert tað góða, tí eg ert góð/ur! Tað er tann broytingin, Jesus ger í lívinum hjá einum menniskja.

Hevur tú verið í neyð likamliga, sinnisliga, andaliga? Hevur tú síðani upplivað, hvussu Jesus bjargaði tær? At æviga lívið er vunnið við at Jesus rætti tær stavin, sum bjargaði? Hvussu broytir tað tína hugsan og tín levnað mótvegis tínum medmenniskjum?

Ger nú tað, tú veitst er rætt!

Onnur tíðindi